Andstøðan er ófør at peika eftir landsstýrinum, tá tað kemur til undirskotið hjá landskassanum. Sambært andstøðuni, so er politikkurin hjá sitandi landsstýri orsøkin til hallið hjá landskassanum.
Er tað nú so? Svarið er nei.
Sambært Moody’s er tað als ikki sitandi landsstýrið, sum er orsøkin til hallið. Tvørturímóti.
Moody’s hevur í vikuni hækkað grundleggjandi ratingina av føroyska búskapinum. Moody’s er ein altjóða greiningarfyritøka, sum metir um styrkina í búskapum.
Í sínari frágreiðing vísir greiningarfyritøkan á, at grundraksturin, sum er úrslit áðrenn íløgur hjá landskassanum, er sunnur.
Tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn løgdu frá sær í 2019 hevði landskassin eitt avlop í grundrakstrinum á heili 13,2 prosent. Tað vísir frágreiðingin hjá Moody’s.
Sambært Moody’s minkaði hetta avlopið munandi undir borgarligu samgonguni, og var í 2022 komið niður á 4,5 prosent.
Men nú er vend komin í aftur, og í frágreiðingini hjá Moody’s er tað eydnast landsstýrinum at betra raksraravlopið úr 4,5% upp í 7,1 % longu í 2023.
So kunnu vit spyrja, hví landskassin hevur hall í 2023 og 2024, tá avlopið í grundrakstrinum er munandi betrað?
Jú, orsøkin er heilt einføld. Íløgurnar, sum í 2019 vóru umleið 450 mió. kr., eru nú eina slaka milliard krónur. SLAKA MILLIARD KRÓNUR UM ÁRIÐ. Og tað er hóast, at hetta landsstýrið onga stóra íløgu hevur sett í verk.
Hetta eru so at siga alt íløgur, sum borgarliga samgongan setti í verk farna valskeið, men sum enn eru í gongd. Hetta varð gjørt uttan nakra fíggjarpolitiska stýring yvirhøvur.
Grundraksturin hjá landskassanum versnaði undir borgarligu samgonguni, og tey settu uttan fyrilit eina íløgu fyri og aðra eftir ígongd.
Úrslitið síggja vit í dag. Hóast landsstýrið hevur betrað munandi um grundraksturin, so er hall, tí íløgurnar hjá landinum eru tvífaldaðar.
So spurningurin, sum vit eiga at seta okkum, er, HVØR er orsøkin til hallið? Eru tað tey, sum peikað verður eftir, ella eru tað kanska tey, sum standa og peika? Moody’s veit svarið.
Les frágreiðingina hjá Moody’s á heimasíðuni landsbankin.fo
Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins