Sum skilst, so hevur skipanin við sálarfrøðingi á skúlanum á Skúlatrøð eydnast væl. Bæði foreldur, børn og fakfólk hava verið sera væl nøgd, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Djóna N. Joensen, landsstýrismanni, fyrispurning um málið.
Tað var í 2021, at Klaksvíkar kommuna, Skúlatrøð og Mentamálaráðið byrjaðu eina royndarverkætlan við sálarfrøðingi á skúlanum.
Starvsfólk á skúlanum høvdu víst á tørvin at fáa sálarfrøðiliga hjálp til næmingar, sum í einum tíðarskeiði uppliva truplar broytingar í lívinum. Talan kann eitt nú vera um børn, sum hava mist, ella hvørs foreldur eru skild, børn við angist o.s.fr.
Eitt av átøkunum var júst at skipa samrøðubólkar fyri børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman.
Skipanin var tíðaravmarkað, og sum skilst skuldi skipanin eftirmetast, áðrenn støða skuldi takast til, um skipanin skal gerast til eitt fast tilboð á skúlanum.
Tað er ein sannroynd, at skjótari hjálp børn og ung við sálarligum avbjóðingum fáa, jú størri eru sannlíkindini fyri, at trupulleikarnir ikki gerast meira umfatandi.
Spurningarnir til landsstýrismannin eru soljóðandi: