Tíðindi31. juli 2024

Frágreiðing løgmans á ólavsøku

Les frágreiðing løgmans á ólavsøku 2024 herundir.

Ólavsøkurøða løgmans 2024 

Frú forkvinna,

»Nøkur orð eru myrk og seta dimm spor.
 Onnur eru ljós og kasta ongan skugga.

Eg vóni teimum góðan túr
 og blomstrandi avkom« 

Hesa yrkingina eftir Róa Patursson við lagi eftir Bjarna Restorff, sála, hoyrdu vit stóra ólavsøkukórið syngja her á Tinghúsvøllinum fyri løtu síðan. 

Og ólavsøkukórið er í grundini ein áhugaverd mekanisma. Sangarar savnast úr øllum landinum við ymsum røddum og førleikum. Men tey sameinast í sanginum. 

Eingin kann einsamallur taka sær æruna av úrslitinum. Eingin hoyrist burturúr – og tí hoyrast øll. 

Hóast tey fyri vist eru ósamd um nógv uttan fyri sangin, so gera øll kortini sítt til at fáa breiða samstarvið at rigga. 

Onkuntíð havi eg samanborið sangin her uttanfyri - við politikkin her innanfyri. 

***

Stundum verður sagt, at í Føroyum eru vit bara samd um at vera ósamd - og mangan eru vit eisini rúkandi ósamd. Tað hava vit bæði rætt og pláss til. 

Úteftir kann tað helst tykjast, sum vit eru longri frá hvør øðrum, enn vit veruliga eru. Tí heldur enn at leggja dent á stóru linjurnar, vit eru samd um, leggja vit dent á smálutirnar, vit eru ósamd um. Tí tað fær rúmd í miðlunum. Tí tað gagnar politiskt. Tí tað profilerar.

Hetta hevur leingi verið galdandi – og eg skal heldur ikki siga meg frían fyri tað. 

Men – fyri at nýta myndina hjá Róa Paturssyni – so setur hetta dimm spor á politikkin. 

Tíbetur hoyrast nú nýggir tónar. Hetta seinasta árið hava vit fingið nógvar breiðar semjur. Hesum eiga allir flokkar æruna av.

Eg kann nevna semjur um burðardygga ferðavinnu, tøkugjøld í alivinnuni, trygdarpolitikk, arktiskan politikk, broytingar í barsilsskipanini og at skerja ríkisveitingina. Vit vóru á einum máli um at yvirtaka farsóttarøkið, vitaverkið og sjórættin. 

Tað gleðir meg. Tí tíðirnar krevja, at vit leggja okkum nógv meira eftir breiðum semjum. At vit skapa støðufesti og tryggleika. At vit gera avtalur, sum vara.

Tí frú forkvinna,

Í mong ár hevur okkara partur av heiminum verið støðufastur – við fáum vandum. Men nú síggja vit broytingarnar. Vit síggja álvaran. Vit síggja lond, sum klovna. Sum snara móti ekstremismu bæði vinstrumegin og høgrumegin. 

Tað má ikki henda her. Okkum tørvar støðufesti. Vit mugu tí finna ein nógv týðiligari felags grundtóna, sum heldur fram í tíðina.

Vit bjóða tí øllum flokkum til borðið. Vit eru til reiðar at førka okkum. Hóast ósemjurnar mangan hava verið stórar, krevur tíðin, at gjáirnar smalka aftur. Og hóast vit hvørki kunnu ella skulu semjast um alt, so mugu vit semjast um sumt.  

Tíðin er farin frá blokkpolitikki, tí summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan. Ov breið til einstaklingaprofilering. Vit mugu vera meiri sum ólavsøkukórið, ið stendur sum ein, tá ið um ræður. Fleirraddað, men samfelt.

Tað krevur nakað av okkum øllum. Men eg eri bjartskygdur um, at vit fara at finna fleiri breiðar semjur.

Eitt nú um: langtíðarhaldførið, bústaðarmarknaðin, uttanríkispolitiska virkisførið, útlendingaøkið og hvussu vit knýta Suðuroynna upp í restina av landinum.

Tað týdningarmesta eru breiðar semjur um langtíðarhaldførið og vælferðina hjá børnunum. 

Hóast búskapurin hevur tað gott, og Føroyar ikki eru serliga skuldarbundnar, er landskassin ikki langtíðarhaldførur. Tað er álvarsamt.

Ein orsøk er, at tað lutfalsliga verða færri, sum arbeiða – og fleiri, sum ikki arbeiða.

Tíbetur liva vit longur. Men tíverri fáa vit færri børn. 

Samfelagið má laga seg eftir broyttu fortreytunum. Men tað hava vit – skiftandi landsstýri seinnu árini – gjørt ov lítið við. 

At tryggja langtíðarhaldførið krevur langtíðarloysnir. Langtíðarloysnir krevja langtíðarsemjur. Tí mugu allir flokkar loysa hesa avbjóðing í felag. Og vit mugu gera tað nú.

Saman við landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum havi eg kallað allar flokkar inn eftir ólavsøku. Vit mugu gera skipanir, sum draga – og gera Føroyar kappingarførar um fólkið.  Vit mugu finna semju um eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum avmarkar, hvussu nógvar pengar vit politikarar kunnu brúka, og tryggjar, at alt, vit gera, er fíggjað. Vit mugu reka almenna geiran bíligari og munabetur. 

 ***

Frú forkvinna,

Á middegi í gjár var Trappan í Vágsbotni full av syngjandi børnum. Tá høvdu okkara smæstu sína egnu ólavsøkusangløtu.

Tað var ein lívsjáttandi løta. So látandi løtt. 

Men byrðan, sum hesi smáu snýðini hava í væntu, verður tung, um vit lata standa til. 

Tí tá ið vit tosa um haldførið, ja, so tosa vit júst um børnini.  Vit tosa um tíðina, tá ið vit sleppa, og tey taka við. Og tað er eisini fyri børnini, at vit mugu hyggja at pensjónsaldrinum.    

Tey, sum eru ella skjótt verða pensjónistar, fara ikki at merkja broytingarnar. Tað snýr seg einans um okkum, sum enn hava fleiri ár eftir á arbeiðsmarknaðinum. 

Eru vit ikki øll samd um, at tey, sum orka, skulu kunna arbeiða longur? Og at tey, sum ikki orka, skulu kunna takka fyri seg?

Vit eru jú samd um grundtónarnar. 

Øðrumegin skulu vit tryggja skjótt vaksandi eldra ættarliðinum góð livikor. Samstundis skulu vit tryggja yngra ættarliðið. 

Í vár atkvøddi Tingið fyri at avtaka marglætispensjónina hjá løgtingsfólki, so okkara pensjónsaldur nú er tann sami sum hjá øllum øðrum. Eisini verða nýggir aðalstjórar settir eftir nýggjum treytum og hava nú somu pensjónsviðurskifti og sama pensjónsaldur sum øll onnur.   

Og nú mugu vit so halda fram við arbeiðinum. Allir flokkar á Løgtingið eru bodnir við, so vit kunnu finna varandi loysnir. 

 ***

Frú forkvinna

Í kvøld savnast stórur partur av føroyingum til midnáttarsangin – har ólavsøkukórið júst hevur sungið. 

Og um vit í kvøld royndu at finna semjur millum allar syngjandi føroyingarnar á Vaglinum, so vænti eg, at tað hevði eydnast.

Tí tá ið vit tosa um haldføri, snýr tað seg fyrst og fremst um menniskju. 

Eru vit ikki øll samd um, at hjálp skal veitast teimum, ið tørva? At sjúk skulu fáa viðgerð? At her skal vera gott og trygt hjá børnum? Og at øll skulu hava tak yvir høvdið? 

Eru vit ikki øll samd um, at politiska skipanin í stórum og smáum skal lætta um gerandisdagin? 

Vit vita jú, at gerandisdagurin hevur verið trýstur. 

Tí hava vit umskipað skattin, so lág- og miðallønt rinda minni av síðst vunnu krónu.

Vit hava latið helvtina av skattalættanum – restin kemur komandi ár. Tey flestu fara tá at rinda millum 7.000 og 13.000 kr. minni í landsskatti árliga samanborið við í fjør.  

Hetta lættir um gerandisdagin.  

Og lágløntu starvsfólkini á eldra-, dagstovna- og almannaøkinum hava fingið eitt søguligt lønarlyft – eins og verkafólk á privata arbeiðsmarknaðinum. 

Hetta lættir um gerandisdagin.  

Í breiðari semju hevur løgtingið hækkað útgjaldið í barsilsskipanini til 30.000 krónur. Barsilspeningurin kemur nú á kontu fyri mánaðarskifti. Í heyst fáa foreldur størri frælsi at býta barsilstíðina, og foreldur, sum fáa ov tíðliga fødd børn, tvíburar ella fleirburar fáa longri barnsburðarfarloyvi. Ætlanin er eisini at tryggja eitt minstaútgjald úr skipanini.

Hetta lættir um gerandisdagin. 

Nógv smærri mál eru eisini framd. Pantskipanin til fløskur kemur loksins. Vit fáa príseftirlit. Vit fáa nú bíleggingarskipan til øll strandfararskip. Automat til heilivág er sett upp. Og apotek letur upp í Vágum.  

Hetta lættir um gerandisdagin. 

Landsstýrið arbeiðir eisini við at finna fígging, so vit kunnu lækka ella strika mvg á til dømis breyði, mjólk, frukt og grønmeti.

Hetta fer at lætta um gerandisdagin. 

Saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum hevur landsstýrið arbeitt við at stytta arbeiðsvikuna. Órógv á arbeiðsmarknaðinum hevur ávirkað arbeiðið, men vit halda nú fram.

Eisini hetta fer at lætta um gerandisdagin. 

***

Frú forkvinna  

Hjá summum eru tað viðurskifti, ið vit onnur taka fyri givið, ið tyngja gerandisdagin mest – tí tey stríðast við brek ella sjúku. Tíbetur er full semja millum føroyingar: at hesi skulu hava hjálp. 

Og nógvir ljósir tónar eru. Til dømis fáa foreldur at børnum við menningartarni og likamligum breki námsfrøðiliga ráðgeving. Børn við breki fara nú at rúmast í fosturforeldraskipanini. Og Barnahúsið – fyri børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og harðskapi – hevur fingið betri umstøður. 

Og hjá teimum sjúku verður lættari at fáa hjálp, nú vit fáa fleiri læknar. Kommunulæknaviðtalurnar eru øktar úr 34 upp í 37. Talið á útbúgvingarlæknum setur met í ár, og nýggja serlæknaætlanin fer at skapa munandi betri starvsmøguleikar. 

Gongd er eisini á krabbameinsætlanini. Arbeiðið við screeningseind og ávísingar- og útgreiningarskipan er byrjað, og serlæknar eru settir á palliativa økið. Næsta stigið verður tarmscreening í Føroyum.

Og øll skulu fáa eins góða atgongd til viðgerð. Tí arbeiða vit við at flyta heilsutænastur út til nærumhvørvini. Tí hava vit styrkt læknavaktina, so sálarliga sjúk fáa somu bráðneyðugu hjálp sum likamliga sjúk. Og tí var breið semja um at veita dialysu á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Landssjúkrahúsið verður skipað sum universitetssjúkrahús. Fyri sjúklingin merkir tað betri viðgerð, tí vitanin verður størri – eitt nú um serføroyskar sjúkur. Og fyri heilsuverkið merkir tað betri umstøður at granska og útbúgva heilsustarvsfólk. Hetta fer at økja um áhugan hjá heilsustarvsfólki at starvast her. 

***

Frú forkvinna. 

Vit búgva ikki í Føroyum orsakað av veðrinum. Vit búgva her, tí tað er trygt. Tí samanhangsmegin er stór. Tí hetta er heimsins besta stað hjá børnum. Góðar skipanir til børn kunnu eisini eggja fólki til at koma heim aftur – og bøta um haldførið. 

Tí er avgerandi, at vit halda fast um tryggleikan, trivnaðin og sterka tilknýtið.

Dagstovna- og skúlaøkið verða raðfest. Dagstovnalógin skal endurskoðast, og tilmælini um at broyta fólkaskúlalógina verða nú sett í gildi. Frá komandi skúlaári verða í mesta lagi 22 næmingar í 1. flokki. Vit arbeiða við tvílæraraskipan, at fækka undirvísingartímarnar og broyta tíma- og lærugreinabýti. Væntandi verður tað lagt fyri tingið í komandi tingsetu.

Og tað verður eitt stórt framstig, um vit fáa fartelefonirnar úr fólkaskúlunum. Hóast skíggjar eru hentir, er tað væl prógvað, at teir minka um evnini at hugsavna seg, tilknýtið til onnur og sálarheilsuna. Alt tað, sum vit vilja menna í skúlanum. 

Øll skúlastýri orða í løtuni reglur um telefonnýtslu í skúlanum. 

 ***

Frú forkvinna

“Summi orð eru ljós og kasta ongan skugga. Eg vóni teimum góðan túr og blomstrandi avkom” sang ólavsøkukórið fyri løtu síðani.

Fyri flestu okkara er orðið “heim” eitt slíkt ljóst orð við blomstrandi avkomi.  

Men ikki fyri øll. Tí okkum manglar bústaðir.  

Tí endurskoðar landsstýrið bústaðarpolitikk landsins, so vit kunnu økja um útboðið av bústøðum, samstundis sum vit tryggja sosialt rættvísi á bústaðarmarknaðinum. 

Tilflytingin seinastu árini hevur verið stór. Bústaðarmynstrið er eisini broytt, og meiri enn fjórði hvør føroyingur býr nú einsamallur. Tí tørvar okkum lutfalsliga fleiri bústaðir fyri at nøkta tørvin. Fáa fólk einki at búgva í, kunnu tey ikki velja Føroyar. 

Tí varð lógin um Húsalángrunnin broytt í vár. Nú kunnu kommunur stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við Bústøðum. Endamálið er at byggja gott og bíligt. Endamálið er ikki at fáa stórt avkast.

Vit hava seinastu árini sæð, at hús og íbúðir verða keypt at leiga út til ferðafólk. Hetta ger tað truplari hjá familjum at finna eitt heim. Tí fer Landsstýrið at leggja tvey lógaruppskot fyri Løgtingið í heyst. 

Annað uppskotið loyvir kommunum at taka gjald fyri tænastuveitingar frá húsaeigarum, sum ikki búgva í kommununi. Hitt uppskotið loyvir kommunum at áleggja bústaðarskyldu á nýggjar útstykkingar.  

Og hjá teimum, sum hava serligan tørv, er hend ein rúgva. 

Á Argjum flyta fólk við menningartarni inn í nýggjar íbúðir fyrsta dagin. Heim, umlætting og frítíðartilboð til børn og ung við autismu er eisini liðugt – og tey eru flutt inn. Í Havn eru fólk við menningartarni og fólk við sálarligum avbjóðingum flutt inn í nýggjar íbúðir. Í løtuni eru tvær nýggjar byggiverkætlanir í gongd. Onnur í Havn til vaksin við autismu, hin í Vágum til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum.

Hjá hesum gott 80 fólkunum, sum nú fáa egið heim – og hjá foreldrunum, sum loksins kunnu sleppa endanum – merkir hetta ófatiliga nógv.

Kortini veit eg, at bíðilistarnir framvegis eru langir. Tí mugu allir flokkar semjast um eina langtíðarætlan um at keypa grundstykki og byggja vardar bústaðir og verkstøð. Ætlanin er at byggja 10-12 nýggjar stovnar kring landið næstu 10 árini. 

Men ein nøktandi bústaðarpolitikkur snýr seg eisini um at tryggja bústaðir kring alt landið. Og tað er sigandi, at einki sethús er í gerð í Suðuroynni.

Hóast fólkatalið veksur í Føroyum, minkar tað í Suðuroynni. Miðalinntøkan er lægst í Suðuroynni – og arbeiðsloysið størst. Fyri at venda gongdini mugu vit knýta Suðuroynna í meginøkið. 

Eg havi góðar vónir um breiða semju, tá ið vit leggja uppskot um fast samband millum Suðuroynna og Sandoynna fyri Tingið í heyst. 

 *** 

Frú forkvinna

Ímillum fólkini á Vaglinum í kvøld verða helst fleiri, sum ikki duga at syngja okkara kendu slagarar. Sum ikki kenna løgini. Sum ikki skilja tekstin.

Tað merkist í gerandisdegnum, at vit ikki longur eru eitt eintáttað land. Í Føroyum búgva nú fólk úr 134 ymsum londum. Fólkini, sum ikki eru úr Norðurlondum, eru nú um 2000.

Javnan taka truplar støður seg upp, tá ið mentanarmunirnir eru stórir, tá ið útlendingar einki tilknýti hava til land og fólk – og vantandi málsligir førleikar gera samskiftið trupult.  

Okkara viðbrekna samfelag má ikki skeiklast, men vit eru nú á markinum til, hvat vit kunnu lofta. Tí mugu vit tátta í. Stóra tilflytingin seinastu árini tyngir okkara skipanir – serliga dagstovnar og skúlar.  

Eg veit, at hetta kann elva til ótryggleika millum føroyingar. Tilflytingin má tí stýrast neyvt. Vit síggja jú avleiðingarnar av miseydnaðari integratión nógvastaðni í Evropa. 

Tey, sum koma higar at arbeiða, nøkta ein stóran tørv. Vit skulu taka okkum væl av teimum og tryggja teimum góðar arbeiðs- og liviumstøður. 

Men vit kunnu ikki taka ímóti fleiri, enn vit megna at integrera.  

Vit skulu hava skipanir, sum tryggja vinnuni atgongd til neyðuga arbeiðsmegi. Men sum politikarar mugu vit sanniliga eisini taka atlit til samanhangsmegina í samfelagnum. Gera vit ikki tað, missa vit meira fyri minni.

Serliga arbeiðsloyvini ígjøgnum fast-track fingu útlendingarnar at verða munandi fleiri. Men kravið um, at tey, ið vilja hava familju sína higar, sjálv skulu megna at forsyrgja henni, fer væntandi at tálma tilflytingini.

Vit eru farin at dagføra útlendingalógina, sum er meiri enn 20 ára gomul.

Og integratiónslógin er um at vera klár. Endamálið er at fáa fólk væl inn í føroyska samfelagið bæði málsliga og mentanarliga. Tey skulu vita, hvørji rættindi tey hava, og hvat vit vænta av teimum.

Útlendingar skulu vera vælkomnir. Men tað mugu ikki koma fleiri, enn vit megna at integrera. Vit mugu finna loysnir, so vit kunnu liva saman í samljóði og tryggleika. 

***

Frú forkvinna.

Eg havi hug at venda aftur til sangløtuna á Trappuni í gjár, tá ið kláru barnarøddirnar úr øllum landinum sungu so hugagóðar. Um trygga barnalívið í Føroyum og vøkru náttúruna. Um blómur, djór, haga og sjógv.

Um alt, tey líta okkum til at ansa væl eftir, til tey gerast vaksin.

Seinastu tíðina er søguliga nógv hent á náttúru- og umhvørvisøkinum fyri at tryggja eftirkomarunum reinari náttúru, betri umhvørvi og minni útlát. 

Í fjør samtyktu vit eina náttúruverndarlóg við breiðum meiriluta. Fyrsta stigið var at verja Melina og bakkan oman fyri Lónna í Saksun. Eisini skipa vit eina náttúruskráseting og fáa yvirlit yvir ta stóru náttúruvitan, sum er í landinum.

Burturkastið er eisini tilfeingi, ið vit kunnu nýta aftur, tí skulu vit skilja meira við hús – og í vinnuni. Vit mugu flyta okkum frá “keyp-og-blaka-burtur” til endurnýtslu. 

Á orku- og veðurlagsøkinum eru 18 av teimum 25 átøkunum, sum løgtingið hevur samtykt, sett í verk. Úr rúgvuni kunnu nevnast ein orkuráðgeving, at nýggir bygningar ikki skulu hava oljufýring, stuðul til at endurvinna oljufýringar, reglur um fjarhita og útbyggingarætlan fyri varandi orku. 

Og SEV skal nú áseta ymiskar tímaprísir – og soleiðis eggja okkum til at brúka streym, tá ið nógv grøn orka er tøk. 

Við eini løgtingslóg vilja vit binda okkum til at minka munandi um útlátið og at fylgja altjóða samtyktum. 

Eins og við haldførinum snúgva veðurlagsbroytingarnar seg ikki um okkum, sum í dag eru tilkomin, men um børnini. Um tað, vit lata teimum, tá ið tey taka við. Tað er átrokandi, og vit mugu seta høg krøv. Tað skylda vit syngjandi børnunum á Trappuni.

***

Og frú forkvinna

Vit skulu duga betur at brúka náttúruna á burðardyggan hátt. At gerast meira sjálvbjargin við matvørum og minni bundin at tí, vit flyta inn.  

Eisini her vænti eg, at vit kunnu semjast: latið okkum gagnnýta náttúruna og tað, hon kann geva. Latið okkum økja um útboðið av føroyskum matvørum og eggja føroyingum til at eta stuttflutt.

Vit arbeiða við eini heildarætlan, ið skal menna matvørur og nýggjar matvinnur í Føroyum. Málið er at framleiða fleiri landbúnaðarvørur, økja um lønsemið og mótstøðuførið í vinnuni og fáa skynsamari lendisbrúk. 

Flyta vit okkum á sjógvin, skulu vit eisini hava skynsaman fiskiskap. Vit mugu finna breiðar, burðardyggar og varandi semjur tvørtur um landamørk.

Og tað var bæði ábyrgdarfult og burðardygt, at Føroyar, Noreg og Bretland loksins skrivaðu undir semju um makrelin. Seinastu árini hava vit fiskað væl oman fyri tað, sum stovnurin ber. 

Við semjuni sleppa vit at fiska í norskum og bretskum sjógvi. Hetta loyvir okkum at fiska, tá ið virðið er sum mest. 

Makrelsemjan birtir vón um, at vit eisini semjast um svartkjaft og norðhavssild.

Og vit mugu verja botnfiskastovnin. Tíverri hava stovnarnir verið illa fyri í mong ár. Tí varð veiðutrýstið tillagað, so fiskiskapurin hjá heimaflotanum verður burðardyggari. Tað er tó ein glotti, at gróðurin á landgrunninum í ár er metgóður. 

Eisini í alivinnuni mugu vit áhaldandi tryggja burðardygd, tí náttúran jú er grundarlagið undir øllum. 

Tá ið ILA herfyri varð staðfest á Vágsfirði, fingu vit eina áminning um, at vit altíð mugu vera á varðhaldi. Hendingin prógvaði kortini, at yvirvøkan og tilbúgvingin riggaðu, sum tær skuldu. 

Náttúrufortreytirnar eru framúr í Føroyum, og vinnan hevur verið sera dugnalig.

Í mong ár hava yvirskotini verið sera stór. Tí er rímiligt, at vinnan rindar meiri til vælferðina. Fyrr í ár gjørdu samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin eina søguliga langtíðarsemju um tøkugjald og serskatt í alivinnuni. 

Nú kennir vinnan fortreytirnar nógv ár fram og kann leggja virksemið til rættis.

Eisini ferðavinnan kann nú í nógv størri mun leggja virkemið til rættis, tí vit loksins fingu breiða semju um burðardygga ferðavinnu og atgongd til náttúruna.

Skipanin skal nú roynast í verki. Og hóast ósemjur kunnu stinga seg upp, er nú ein lógarkarmur at virka, samstarva og loysa ósemjurnar eftir.

Lógin tryggjar okkum, sum búgva her, rætt til frítt at ferðast í náttúruni undir ábyrgd. Samstundis tryggjar hon, at ferðavinnan kann skipast lokalt.

Gongd í náttúruni og ferðsla til bygdir skal skipast væl, og vit skulu marknaðarføra Føroyar til ferðafólk, sum virða umhvørvi, náttúru og fólk. 

Komandi tíðina skulu kommunurnar stuðlast í at gera ferðavinnuætlanir og góða kunning til ferðafólk. Tey mugu skilja, hvørjar treytir vit seta, og hvat vit vænta av teimum.

***

Frú forkvinna

Eins og einum kóri tørvar ymsar røddir, tørvar vinnulívinum ymsar førleikar. Skulu vit tryggja vinnuni skikkaða arbeiðsmegi – og halda ungdóminum í landinum – er avgerandi, at vit hava breitt útboð av útbúgvingum.

Tørvurin á handverkarum er framvegis stórur, men eg fegnist um, at seinastu fimm árini eru knapt fýrahundrað nýggir lærlingasáttmálar undirskrivaðir árliga. Ætlanin er at endurskoða og menna handaligu útbúgvingarnar saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Eisini Fróðskaparsetrið fer komandi árini at fáa í lag betri samband við arbeiðsmarknaðin. Størri smidleiki skal valda millum hægru útbúgvingarnar – og føroyska universitetssjúkrahúsið fer at styrkja samstarvið millum Setrið og Sjúkrahúsverkið.

Og Setrið fær betri hølir. Verklagslóg um at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum er samtykt, og projekteringin av Kampus er byrjað. 

Eisini nýggi Húsarhaldsskúlin í Klaksvík verður ætlandi liðugur seint í ár. Á Miðnámi á Kambsdali verður stóra tilbyggingin liðug komandi ár. Og á Rásini í Saltangará var reisigildi herfyri.

Framvegis er tó stórur tørvur á útbúnum fólki á vælferðarøkinum. Tí er ætlanin, at tey, sum lesa á Heilsuskúlanum, skulu fáa løn undir útbúgving.  

 

***

Frú forkvinna 


“Tey orðini, sum leitaðu eftir nýggjum landi

vendu sær í flognum og komu aftur

sum rovfuglar við sterkum klóm

og fremmandum eygum”

 

Hesar reglurnar í yrkingini “Orðini” eftir Róa Patursson eru ein góð lýsing. Tá ið vit senda orð út at leita eftir nýggjum landi, men tey koma aftur sum rovfuglar. Tá ið tað, vit vilja siga, umskapast, so mótparturin hoyrir okkurt annað. Tá ið orðini ala fram sterkar kløur og fremmand eygu – heldur enn blomstrandi avkom.

Vit síggja nú, hvussu orð verða send út fyri at skapa ótta og ósamljóð. Hvussu fólk lata orðini týggja sær sum rovfuglar, ið eggja til stríð. 

Vit síggja tað um allan heim. Vit sóu hetta í valstríðnum í Evropa, og vit síggja tað í USA.

Tað er vandamikið. Tí rovfuglaorð kunnu verða til gerðir – og vit síggja, at gerðir kunnu elva til kríggj og ræðuleikar. Nógv bera nú ótta fyri, at Russland fer at leypa á onnur lond. Og í krígnum millum Ísrael og Hamas hava aðrir partar lagt uppí. Tað er vandi fyri stórkríggi. Avleiðingarnar raka vanlig fólk og skapa oyðilegging, deyða og sorg.

Tað ávirkar sjálvandi eisini okkum. Men lat meg sláa fast: eingin ítøkiligur vandi er fyri Føroyar í løtuni.

Men vit fylgja væl við. Bæði her heima og saman við myndugleikunum í grannalondum. 

Hinvegin sóu vit, hvussu viðbrekin vit eru, tá ið telduskipanir í fleiri londum gjørdust óvirknar – og alt frá flogferðslu til sjúkrahús legðist lamið. 

Í hesum føri var talan um eitt brek. Men nú heimsstøðan er vorðin spentari, er eisini vandin fyri álopum á netinum vorðin størri. 

Tí fingu vit í ár fyrstu nettrygdarætlanina. Tí fáa vit komandi ár fyrstu nettrygdarlógina.

Men frú forkvinna. Tá ið støðan er spent á so nógvum økjum, økist vandin fyri, at orð okkara venda sær í flognum og koma aftur við fremmandum eygum. 

Tí mugu vit geva okkum far um, hvørji tekin vit senda. Hvat vit siga. Og hvønn vit samstarva við. Tað kann fáa avgerandi týdning.

Tí skrivaðu vit undir semjuskjal við ES, tá ið Ursula von Der Leyen vitjaði í vár - og tí vilja vit endurnýggja avtalurnar við ES. 

Tí hava vit gjørt semjuskjal við USA, og tí letur sendistovan í Washington loksins upp í heyst.

Tí vilja vit styrkja handilssamstarvið við Bretland, Japan, Brasil, Kina, India og Suðurkorea. 

Tí hava vit minkað samstarv okkara við Russland. 

 Og tí vilja vit í nógv størri mun umboða okkara egnu áhugamál úti í heimi. 

Hóast samstarvið við donsku stjórnina er gott, er breið semja í Tinginum um, at vit mugu  víðka uttanríkispolitiska virkisførið. 

Allir flokkar halda, at Føroyar eiga at hava sjálvstøðugan limaskap í viðkomandi altjóða felagsskapum. Eitt nú heimshandilsstovninum WTO og í fiskivinnufelagsskapunum NEAFC og NAFO. 

Og nú eru vit eisini farin at missa tolið við Norðurlandaráðnum. Í hálva øld hava vit roynt at fáa fullgildan limaskap – til fánýtis. 

Eftir ólavsøku fari eg at kalla forfólkini í øllum flokkum inn, so breið semja kann fáast um, hvussu vit víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum. 

Her krevst, at vit lata ósemjurnar um loysing/samband liggja og savna okkum um tað, vit eru samd um. Annars koma vit ikki úr stað.

 

***

Frú forkvinna

Onkuntíð verður forhánisliga sagt, at Føroyar bara eru sum ein lítil bygd. Men hugsa vit um, hvussu nógv vit skapa, hvussu væl vit hava skipað okkum, hvussu framkomin vit eru og alt virksemið, so er tað skeivt. 

Tí:

Hvør bygd hevur sítt egna symfoniorkestur, rithøvundar, tónleikarar og leiklistafólk? 

Hvør bygd hevur so nógv ítróttafólk í fremstu røð? Til EM, HM og nú enntá tvey til OL.

Í hvørji bygd savnast fólkið at syngja egnar sangir á egnum máli á tjóðarhátíðini?  

Vit arbeiða við at útbyggja og nútímansgera Listasavnið. Vit stuðla átøkum fyri føroyska málið og rinda gleðiliga fyri netorðabøkur. Vit stuðla Koltursverkætlanini, eftirløn hjá listafólki, stórhøllini – og vertskapi okkara fyri Oyggjaleikunum í 2027.

Siðsøga okkara, listin, málið og óteljandi ítróttabrøgdini bera boð um, at Føroyar ikki skulu metast eftir tali, men eftir dygd, avrikum og náddum málum. 

Og júst ólavsøkan er á onkran hátt sum ein stemmigaffil. Hesar báðar dagarnar finna vit øll felagstónan og verða mint á tað, sum bindur okkum saman og ger okkum serstøk. 

Her samantvinnast fortíð og framtíð, her fylgjast politikkur og kirkja, her kókar av mentanarligum og ítróttaligum avrikum. 

 

***

Frú forkvinna,

Á ólavsøku myndar sangurin bæði semju og savningarmegi.

Eingin hoyrist burturúr, og tí hoyrast øll. Tað er fleirraddað, men kortini samfelt – og altíð í breiðari semju. 

Í gjár vóru tað børnini. Fyri løtu síðan var tað kórið. Í kvøld verður tað Føroya fólk.

Eg vóni, at eisini vit fólkavaldu – nú vit fara undir nýtt tingár – í størri mun fara at leggja okkum eftir semjum og samstarvi. At sangurin so at siga verður samfeldur, hóast røddirnar eru ymiskar.

Tíðin krevur tað av okkum. 

Og framtíðin krevur tað av okkum. 

Góða ólavsøku.

Gud signi Føroyar.