Tómu húsini og familjurnar uttan heim.
Vit hava lyndið til at venda blinda eygað til, ella avvísa tankan um tey, sum av onkrari orsøk ikki hava eini hús, eitt heim, ella tak yvir høvdið. Hetta ber boð um máttloysi hjá myndugleikunum. Tað lættasta er at lata sum um, at trupulleikin ikki er her. Men trupulleikin er álvarsamur, og hann er stórur. At foreldur og børn ikki kenna tryggleikan í at eiga eitt heim, gevur nógv størri ringvirkningar í øllum samfelagnum, enn vit dagliga geva okkum far um.
Seinastu árini er avbjóðingin við manglandi bústøðum vaksin ógvusliga. Ein avbjóðing, sum nærum ikki var til staðar fyri 20 árum síðani. Orsøkirnar eru fleiri og kendar. Frá at verða fleiri ættarlið undir sama taki, eru tað nú fleiri hús til eina familju.
Fleiri og fleiri keypa og byggja íbúðir til útleigan og útlendsk arbeiðsmegi hevur eisini tørv á taki yvir høvdið.
Ein keðilig gongd, sum vit hava sæð, er, at har vit fyrr bygdu heim til egið húsarhald, eru fleiri nú farin at byggja hús til onnur og harvið forvinna nógvan pening. Tað ber til, tí eftirspurningurin er stórur, tíðirnar hava verið góðar, og lønarmunurin millum arbeiðsbólkarnar er vaksin munandi. Rentan hevur verið negativ, og tað hevur ikki loyst seg at lata stóru uppsparingarnar standa á bók, og tí hava fleiri bundið pengarnar í fasta ogn, hóast tey ikki hava tørv á einum heimi afturat. Hetta hevur í summum førum eisini ført til, at fleiri vælbjargað eru farin at forsyrgja sínum vaksnu børnum, skaffa teimum hús og ríkiligt í arvi. Við nógvum eginpeningi er lætt at vinna í kappingini á húsamarknaðinum, og vanliga arbeiðarafamiljan við arbeiðaraforeldrum hevur ikki ein livandi kjans.
Tað er ein syrgilig gongd, sum vísir seg beint nú. Men tað fer heilt víst eisini at síggjast aftur seinni, um komandi borgarar ikki hava samhaldsfesti og sunnan hugburð til, at arbeiðast má fyri hvørja krónu. Gjógvin veksur bæði fíggjarliga, sosialt og menniskjaliga. Vilja vit tað?
Ongin fer væl av, at onnur fara illa, sigur orðatakið. Men at onnur fara illa, av at summi fara væl, kunnu vit skjótt verða samd um. Nógvar umfatandi granskingar vísa, at lond við størstum ójavnað eru tey við størstu sosialu avbjóðingunum, so sum kriminaliteti og vánarligari heilsu. Skalt tú hava eitt trygt og gott samfelag fyri tey flestu, so snýr tað seg ikki bara um, hvussu ríkt landið er, men hvussu javnt tað er.
Tá ið politiski myndugleikin í Føroyum hevur skapt umstøður til nøkur at blíva ovurhonds rík, er ongin forðing fyri, at politiski myndugleikin eisini gevur eitt lyft og umstøður til øll tey “vanligu”, sum ikki megna at byggja ella finna sær eitt heim. Tað, at nøkur verða ríkari, ger í ávísan mun onnur fátækari. Tey ríku koyra prísin upp, tey bjóða uppá hús, sum kundu verið eitt heim fyri onnur, og tey gjalda okursprís fyri vørur, sum ger, at tey koma í fremstu røð.
Klaksvíkar kommuna hevur verið viðvirkandi til, at nakrar íbúðir eru komnar, og fleiri eru ávegis. Men á mál eru vit ikki komin. Vit mangla bíligari bústaðir at eiga ella leiga, sum ein vanlig verka- og arbeiðarafamilja kann búgva í. Tí er nýggja bústaðauppskotið, sum var samtykt 21. mai í ár, ein kærkomin lóg fyri kommunurnar; eisini Klaksvíkar kommunu.
Tí tey eru her - familjurnar uttan heim. Og øll skulu hava eitt gott og trygt tak yvir høvdið.
Hetta verður sjálvandi eitt av okkara vallyftum til komandi býráðsval. Hevur familjan og tann einstaki tað gott, hava vit øll tað gott.
Eitt hús er tíbetur fyri mong fyrst og fremst eitt HEIM.
Signhild V. Johannesen, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu