18. mai 2024

Formansfrágreiðingin 2024

Les formansrøðuna sum Aksel V. Johannesen helt á landsstevnuni á Keldu í Skálavík í dag.

Góða landsstevna, góðu javnaðarfólk,

Ofta fari eg til handils í grannalagnum um kvøldarnar. 

Tá ið børnini eru løgst og friðurin hevur lagt seg yvir heimið. At keypa inn til morgunmat og matpakkar til næsta dag. Har fái eg kanska eitt gott prát við fólk, ella bara frið at vera eg.

Tá eg keypi inn havi eg varnast, hvussu ymiskt  fólk keypa inn. Og at atburðurin er broyttur, síðan inflatiónin fór at gera um seg. 

Tað eru tey, sum skunda sær ígjøgnum handilin, grýta vørurnar í kurvina uttan at geva sær far um nøgd, innihald ella prís. Tey keypa bara. 

Og so eru tað hini. Tey, sum síggja so grunandi út. Sum ikki ordiliga hava stundir at tosa. Telja prísirnar leysliga saman, áðrenn  farið verður til kassan. Kanna kiloprísir, samanbera vørur, leggja aftur og taka nýggjar - líka til roknistykkið gongur upp.

Tað er hendan síðsta bólkin, sum eg og okkara flokkur eru sett í verðina at umboða. 

Hetta eru tey við lægstu inntøkunum, sum eru dragnaðar afturút. Sum merkja, at keypiorkan er minkað, tí prísirnir hækka. Og tað minni eg meg sjálvan á hvønn einasta dag.

--

Góðu fundarfólk. 

Vælkomin á landsstevnu. Vælkomin á Keldu í Skálavík.

--

Vit liva í løgnum tíðum. Og fyri mong eisini í truplum tíðum. 

Meðan landsbúskapurin stríðist við langtíðarhaldførið, er aktuelli búskapurin sterkur. 

Arbeiðsloysið er metlágt, og vinningsbýtini methøg. 

Tað gongur við rúkandi ferð. 

Men samstundis er keypiorkan undir stórum trýsti  hjá teimum flestu. 

--

Í truplum tíðum er serliga umráðandi at hava ein sterkan javnaðarflokk. Ein flokk, sum ótroyttiliga arbeiðir fyri einum rættvísari samfelag. 

Einum samfelag, har øll fáa sín uppiborna part av ágóðunum. 

Tí vit eru øll við til at skapa virðini, og skulu tískil hava ágóðan av virðunum – og vinninginum. 

Tann, sum tekur váðan á seg og stovnar egið virki.

Tann, sum selur dýrabæru livitíðina sum arbeiðsmegi.

Tann, sum hevur umsorgan fyri okkara gomlu, sjúku og  børnum. 

Tann, sum ríkar okkum øll við uppaling, lærdómi, mentan og list. 

Tann, sum ikki megnar at taka so tung tøk sum onnur. 

Øll eru vit partur av sama æviga gonguverki, og tørvur er á øllum. 

Og øll hava vit rætt til sámuligan part av virðunum, sum vit skapa í felag.

Tí var tað eisini bæði neyðugt og rætt av arbeiðarafeløgunum at krevja eina veruliga lønarhækkan. 

Viðhvørt er neyðugt at leggja arbeiðið niður - fyri at trýsta lønirnar upp.

--

Rættvísari býtið av virðunum: 

Tað er málið hjá okkum í Javnaðarflokkinum. 

Og tað er málið hjá arbeiðarafeløgunum. 

Har eru vit púra samd.

Vit ynskja arbeiðarafeløgunum hepna hond við stríðnum.

--

Góðu vinir 

Tá vit tóku við valdið um ársskiftið 2023 var tað í kjalarvørrinum av korona. Heimurin var nóg illa komin úr søguligu undantaksstøðuni, tá ið hóttanir frá heimsins høvuðkambum hómaðust í havsbrúnni.

Kríggið í Ukraina skapar bæði ótryggleika og inflasjón. Gerandisdagurin er undir trýsti. Og truplari er at fylgja dreymunum. 

Men góða søgan er hon, at politiskar raðfestingar kunnu ávirka, hvussu vit hóra undan. 

Vit fóru til val við lyftinum um at lætta um gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum. 

At skapa einar sterkari og javnari Føroyar.  

At virðini skulu falla fleiri í lut, og ikki bara nøkrum fáum útvaldum.  

Tað var tað, veljarin valdi. 

So tað hava vit skyldu at levera. 

Tað hevur verið skotið okkum í skógvarnar, at vit fingu ov lítið burturúr, tá ið landsstýrissessirnir vórðu býttir. 

Men vit fingu tað, sum vit fóru eftir: Børn og ung, skúla og útbúgving, umhvørvið, orku, bústaðarmál og arbeiðsmarknað, heilsumál, undirsjóvartunnlar og løgmann. 

Ein kundi altíð ynskt sær meira, men eg haldi ikki, at hetta er so galið.

--

Nú Javnaðarflokkurin hevur sitið við valdið í stívliga 500 dagar í hesum umfarinum er nógv komið av skafti. 

Vit hava latið eitt søguliga høgt lønarlyft til lægri løntu starvsfólkini á umsorganarøkinum hjá tí almenna. 

So tey, sum taka hond um okkara gomlu, sjúku og børnini fáa væl meiri burturúr nú enn áður. 

Lønarlyftið, sum Javnaðarflokkurin fór til val við gevur – saman við vanligum lønarvøkstrinum – einum námsfrøðingi omanfyri 5000 kr. meira í løn um mánaðin. 

Tað munar í innkeypskurvini. 

Og tað var neyðugt.

Tí tað er rætt. 

Og tað er rættvíst. 

Og tað var ikki uttan svørðsslag, tí mótstøðan var hørð  - bæði í Løgtinginum og frá kommununum. 

Men vit stóðu við okkara lyfti. 

Vit hava ikki ráð til IKKI at løna fólki ordiliga. Tann prísurin kann gerast høgur. Ov høgur. 

Tí í alt ov mong ár hevur lønin hjá hesum starvsbólkum ikki staðið mát við ábyrgdina. 

Umframt reiðan pening, snýr lønarlyftið seg eisini um at viðurkenna øll størv – eisini tey, sum kvinnur vanliga røkja. 

Og so skal lønarlyftið sjálvsagt eisini eggja fleiri ungum at velja umsorganarøkið sum arbeiði, so okkara kærastu eru í dugnasomum hondum, tá ið tørvur er á tí. 

Av somu orsøk arbeiða vit í løtuni við, at tey sum taka sína útbúgving á heilsuskúlanum í Suðuroy fáa løn undir útbúgving.  

--

Kammerátar!

Í valstríðinum lovaðu vit lág- og miðalløntum skattalætta. 

Eftir tógvið stríð gjørdist úrslitið, at flestu løntakarar fáa millum 7.000 og 13.000 kr. meira árliga – ella, at ein miðalfamilja fær einar 1.500 til 2.000 kr. meira um mánaðin at liva fyri. 

Húski, sum tjena minni enn 25.000 kr. um mánaðin, hava rætt til eitt skattafrítt orkuískoyti á 10.000 kr. í ár og 5.000 kr. komandi ár. 

Tað munar í innkeypskurvini. 

Og tað var neyðugt. 

Tað var rætt. 

Og tað var rættvíst. 

Skattalættin verður veittur yvir tvey ár og er fíggjaður – millum annað av sterkastu vinnuaktørunum í landinum, alivinnuni og uppisjóvarvinnuni, sum lata eitt lítið sindur meira til felagsskapin fyri rættin at troyta okkara náttúrugivna tilfeingi. 

Tað er góður, solidariskur javnaðarpolitikkur.

--

Góðu javnaðarfólk.

Vit lovaðu batar í barsilsskipanini. Og í vikuni hækkaðu vit barsilsgjaldið upp í 30.000 kr. úr teimum 25.000 kr., sum hava verið óbroyttar 20 ár.

Í sama umfari hava vit bøtt um umstøðurnar hjá nýútbúnum foreldrum, so lestrarstuðulin eisini telur við í útrokningargrundarlagið, og útgjaldið harvið hækkar.

Tað er alneyðugt, at foreldur kunnu vera heima við nýfødda barninum og samstundis varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. 

Hækkingin hevur vónandi eisini við sær, at fleiri pápar verða freistaðir at verða um børnini fyrstu tíðina. 

Og í heyst kemur seinni partur av átakinum, har vit bøta um korini hjá tví- og fleirburðum og ov tíðliga føddum børnum. 

Eisini verður lægsta útgjaldið hækkað, og skipanin verður sum heild meira liðilig, so foreldur betri kunnu leggja barsilstíðina til rættis. 

Alt hetta munar - bæði í gerandisdegnum og í innkeypskurvini. 

Og tað er neyðugt. 

Tað er rætt. 

Og tað er rættvíst.

--      

Góði landsfundur.

Nú vit tosa um rættvísi. 

Tað er og verður órættvíst, at lønarhækkingar verða latnar í prosentum, heldur enn í krónum.

Við prosentvísum hækkingum fáa tey háløntu fleiri krónur í lønarposan, enn tey lægri løntu. 

Hetta skal broytast. 

Tí vilja vit í Javnaðarflokkinum virka fyri, at lønarhækkingar í nógv størri mun verða latnar í krónum og oyrum, heldur enn í prosentum. Eisini hóast fleiri fakfeløg eru ímóti hesum.

--

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin høvdu í vikuni eitt uppskot í løgtinginum um at hækka lønina hjá løgtingsfólkunum við 6.700 krónur um mánaðin. 

Tað uppskotið feldu vit. 

Sjálvsagt.

Tí tað er als ikki neyðugt.

Tað er ikki rætt.

Og tað hevði ikki verið rættvíst.

Tvørturímóti, so samtyktu vit í gjár at avtaka lukrativu pensjónirnar hjá politikarum. Tinglimir koma sostatt í framtíðini at fáa pensjón á sama hátt sum allir aðrir føroyingar.

Løgtingsfólk hava í ávísum førum kunna farið á pensjón longu sum 60 ára gomul. Hetta hava vit eisini broytt, so pensjónsaldurin hjá politikarum verður tann sami sum hjá øllum øðrum føroyingum.

Tí tað er rætt.

Og tí tað er rættvíst.

--

Kæru vinir

Hóast valskeiðið er ungt, hava vit longu avgreitt nógv stórmál, sum vit fóru uppá val við.

Tvey mál, sum enn ikki eru avgreidd, eru MVG-frítøka av gerandisvørum og styttri arbeiðsvika. Hesi málini arbeiða vit við, og vit skulu minnast til, at vit hava einans lagt 16 mánaðir afturum okkum. So hesi skulu nokk eisini koma í pottin.

--

Góðu floksfelagar

Fyri fáum árum síðani eydnaðist okkum at venda Exit Føroyar til Enter Føroyar. 

Við miðvísum átøkum, sum skuldu fáa ung og barnafamiljur at velja Føroyar, fóru vit frá fólkaminking til fólkavøkstur.

Við tiltøkum innan eitt nú útbúgving og mentan, og rættindi fyri samkynd, blivu Føroyar meira rúmligar og lokkandi. 

Í farnu viku komu tíðindi frá Hagstovuni um, at fólkatalið hevur verið støðugt vaksandi tíggju ár á rað. Nú eru vit sløk 55 túsund fólk í Føroyum. Tað er gott. At síggja til í øllum førum.

Men hetta er ikki allur sannleikin. 

Tí burðartalið minkar. 

Stóri fólkavøksturin er hæsaður av, og í dag eru tað útlendsku arbeiðsfólkini, sum bera framgongdina. 

Samstundis koma færri ung heimaftur eftir loknan lestur.

Og spyrt tú tey ungu um teirra framtíðarætlanir, so ætla fleiri sær uttanlands at læra, enn fyri fáum árum síðani.

Royndirnar hava víst okkum, at vit missa EIN av FIMM í hvørjum ættarliði. Orsøkin er, at nógv leita sær burtur um tjúgu ára aldur, og bert helvtin kemur heimaftur eftir loknan lestur. Tey finna seg til rættis uttanlands við spennandi størvum, makum og familju. 

Soleiðis er lívsins gongd. Fólk skulu fylgja sínum dreymum. Tað er okkara hugsjónarliga hjartablóð, at øll fáa somu møguleikar at vinna sær eyduna - smíða sær framtíðina. Men tað skal eisini vera somikið spennandi og lokkandi her heima, at Føroyar verða eitt reelt alternativ fyri okkara ungu.

Vit skulu búgva okkara land út við  fjølbroyttum møguleikum, so børn, ung og familjur kunnu trívast, støðast og koma heim aftur, um tey velja at læra uttanlands.

Tað skal vera lættari at velja Føroyar. 

Hetta er fremsta málið – og púra avgerandi fyri framtíðina. 

Vit hava tí raðfest fleiri hægri útbúgvingar, hækka lestrarstuðulin og fyrireikað nýtt kampus fyri at draga enn fleiri lesandi til Setrið. Tí trivnaður í lestrartíðini er eisini avgerandi fyri, um ung velja Føroyar. 

--

Men meira skal til. 

Fólk skulu eisini hava ein bústað. Fyri fimm árum síðani gjørdi Javnaðarflokkurin á Fólkatingi eina áhugaverda greining, sum róptist “Eitt stað uttan familju er bara eitt stað.” Bóklingurin er eins viðkomandi í dag sum tá. Í samrøðu setur unga Kinna, sum er lesandi í Keypmannahavn orð á. Hon sigur:

- Eg trúgvi altíð, at man kann fáa okkurt slag av arbeiði, um man ikki er alt ov kræsin. Men akkurát við bústaði er tað ringt. Tað virkar heldur ikki sum at vit gera so nógv við tað í mun til eftirspurningin í dag. 

Tað er ein forðing, at vit mangla hóskandi bústaðir. Bæði til tey ungu, ið umhugsa at flyta heim aftur, men eisini til nógvar føroyingar, sum longu eru í Føroyum í dag. 

Seinast vit sótu við valdið fingu vit veruliga gongd á leigumarknaðin í Føroyum. Lív var blást í felagið Bústaðir og, tá val varð útskrivað í 2019, lá ein grýtuklár ætlan um at byggja 200 leiguíbúðir aftrat kring landið.

Men so steðgaði alt upp. Borgarliga samgongan lá støðugt almenna bústaðarfelagnum eftir lívinum, og løgdu fótonglar fyri virkseminum. Taparin vóru øll tey, sum mangla ein bústað. 

Tí máttu vit í arbeiðshandskarnar beinanvegin, tá vit tóku við aftur. Fyrsta vit gjørdu var at strika øru broytingina hjá farnu samgongu um, at Bústaðir bert kundi byggja saman við privatum íleggjarum.

Bústaðir eru eitt heim, ikki ein vøra.

Og í gjár góvu vit Bústøðum heimild at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommunum. Eyðkenni við slíkum felag er, at tað hevur ikki til endamáls at vinna pening upp á húsaleiguna. 

Ella sagt við øðrum orðum: Feløgini skulu ikki skapa yvirskot til eigaran, men eitt heim til leigaran. 

Harumframt fekk felagið Bústaðir heimild at upptaka 350 milliónir krónur afturat í láni, so til ber at byggja fleiri leigubústaðir.  

Málið er at halda húsaleiguna so lága sum til ber, so eldri, lesandi, barnafamiljur, støk og fólk, sum annars ikki hava ráð ella orku til at keypa ella halda hús, kunnu leiga fyri rímiligan prís.

Tað er neyðugt. 

Tað er rætt. 

Og tað er rættvíst.

--

Skulu vit hava fleiri at velja Føroyar, so er besta íløgan av øllum, børnini. Tey eru dýrgripurin og dýrabarasta tilfeingi. 

Og sjálv kjarnin í okkara hugsjón er, at øll børn, óansæð bakgrund, hava rætt til somu góðu byrjan uppá lívið við námsfrøðiligari menning og útbúgving. Tí soleiðis kunnu vit slóða fyri, at øll fáa javnbjóðis fortreytir at megna og forma sítt lív.

Vit eru komin langt, og vit kunnu vera errin av okkara fólkaskúla. Men kortini eru nøkur viðurskifti, sum vit mugu gáa um.

Skíggjanýtslan er farin upp. Lesiførleikin er farir niður. 

Fráveran er farin upp. Hugurin at ganga í skúla er farin niður. 

Sálarligu avbjóðingarnar økjast. Trivnaðurin minkar. 

Næstan fimti hvør næmingur sigur seg verða happaðan í skúlanum.

Og tit. Hetta er álvari. Hetta eru børn okkara - framtíð okkara. 

--

Kæru vinir. 

Javnaðarflokkurin vil hava minni skíggja, størri hugsavnan og meira djúphugsni í skúlanum.

Vit vilja hava meira læraratíð til einstaka næmingin. Meira læring. Betri trivnað. 

Tí hava vit minkað floksstøddina og í heyst fara vit at styrkja tvílæraraskipanina, so hon fevnir um fleiri børn og fleiri floksstig. Eisini skal leikluturin sum flokslærari styrkjast.

Og trivnaðurin skal vera í hásæti. Tí skal skúladagurin styttast.

Fyrstu fetini eru tikin, og í Skúlanum á Fløtum í Havn eru tey farin undir eina royndarverkætlan, har eingin er í skúla longur enn til hálvgum tvey. Bæði leiðsla, næmingar og lærarar lata væl at. 

Sum næmingurin í hádeild, Anna Mohr Holm, segði í sjónvarpinum, fáa næmingarnir nógv meira burturúr, meðan tey eru í skúlanum, og tey eru ikki líka troytt, tá skúladagurin endar. 

Tey fáa meira kvalitet inn í færri tímar. Og vit eru spent uppá at fara í skúla, legði Anna aftrat. 

At børnini fara hugaði í skúla er ein fortreyt fyri læringini og hevur stóran týdning fyri trivnaðin.

Børnini mugu hava tað gott fyri at læra væl. 

--

Kampus. Útbúgvingar. Bústaðir. Barnalív.  

Alt samalt neyðug og skilagóð politisk átøk, sum kunnu tryggja langtíðarhaldførið í fólkatalinum.  

Men meira skal til. Og øll skulu við. 

Tí, hóast fólkatalið í landinum hevur verið hækkandi, so hevur tað verið lækkandi í sunnara parti av landinum. Hendan ójavna kunnu vit í Javnaðarflokkinum ikki liva við. 

Við Sandoyartunnlinum er vónin, at fleiri velja hesa føgru oyggj sum sín heimstað. Men samstundis skundar hendan megnar íløga eisini undir tørvin á føstum sambandi til Suðuroynna, har fólkatalið leingi hevur verið lækkandi. 

Eg fegnist tí um, at fyrireikingarnar til undirsjóvartunnil til Suðuroynna nú eru komnar somikið áleiðis, at greiðar ábendingar eru um, at verkætlanin er ein skilagóð íløga uppá sikt. 

Tað er mín inniliga vón, at vit um fáar vikur fáa eina breiða semju millum allar flokkar um ein komandi undirsjóvartunnil til Suðuroynna. 

--

Góði landsfundur, 

- Tað man hava verið lítið veiggj í mær, líka frá tí eg kom undan móðurfeldi. 

Soleiðis byrjar skálvíksskaldið og javnaðarmaðurin Heðin Brú sínar endurminningar, og orðini lýsa reyða tráðin í skaldskapi høvundans. 

Tað er kenslan av at vera heilsuveikur og tískil forfjónaður. Óvitin Heðin eigur ongan lut í felagsskapinum hjá teimum frísku og sterku. 

Javnbjóðis atgongd til fremstu heilsutænastur eru sjálvsøgd mál hjá Javnaðarflokkinum, sum altíð skal virka fyri, at einstaklingarnir gerast ein partur av stóra felagsskapinum. Eisini tey heilsuveiku.

Tá Heðin Brú vaks til vóru bara heilt fáir læknar í Føroyum, og møguleikarnir at fáa heilsubót vóru so sum so. Skuldi tú undir køna læknahond, so var ferðin til Havnar ofta drúgv og hættislig. 

Javnaðarflokkurin hevur altíð gingið á odda fyri at styrkja og menna okkara heilsutænastur, okkara sjúkrahús og tað heilsufremjandi arbeiðið. 

Fyri at tryggja javnbjóðis tænastu kring landið er tað okkara mál, at øll í Føroyum skulu hava sín egna kommunulækna. Tí hava vit eisini økt talið av viðtalum við trimum, upp í 37. 

Hava fólk tørv á sjúkrahúsviðgerð skal dygdin vera eins góð hjá øllum og bíðitíðirnar tær somu, uttan mun til hvar fólk búgva. Tí hava vit sett í verk  dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so suðuroyingar fáa sama tilboð, sum fólk á meginøkinum.

Sami rættur til javnbjóðis tænastur skal eisini vera galdandi fyri øll - óansæð, hvørja sjúku tú stríðist við. Tí hava vit styrkt læknavaktina, so fólk við sálarligum sjúkum fáa somu atgongd til akutta hjálp, sum fólk við likamligum sjúkum.

Vit arbeiða víðari við at sameina Sjúkrahúsverkið. Ein aðaltáttur er, at vit savna tær torgreiddu og akuttu viðgerðirnar á Landssjúkrahúsinum, meðan fleiri planlagdar kanningar og viðgerðir skulu gerast í Suðuroy og í Klaksvík.

Sum dømi um hesa gongd vil eg nevna nýggja MR-skannaran, sum í hesum døgum verður settur upp og royndur á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 

Stórfingna gávan fer at koma væl við hjá okkum øllum. Skannarin fer at gera tað møguligt at fremja nógvar kanningar, sum annars høvdu verið gjørdar uttanlands.

-- 

Góðu fundarfólk

Vit skulu gerast leys av dýru og dálkandi oljuni. 

Av fleiri orsøkum.

Tí tað loysir seg fíggjarliga.

 

Vit skulu vera sjálvforsýnandi við orku, og harvið ikki vera bundin av, hvat Putin ella onnur bølmenni, finna uppá. 

Men ikki minst, tí hetta skylda vit náttúruni, umhvørvinum og okkara eftirkomarum. 

Tað grøna orkuskiftið snýr seg um politiskar raðfestingar. 

Aðaltátturin í at røkka málinum um at gerast 100 prosent grøn á landi í 2030 er, at vit flyta okkum frá at brúka olju til at brúka el. 

Tí eggja vit við stuðli fólki til at skifta dieselbilin um við elbil og at hita húsini við hitapumpu heldur enn oljufýr.

Samstundis arbeiðir SEV við at fáa elframleiðsluna grøna. 

Tað gongur framá, men enn er nakað á mál. 

Í fjør kom sløk helvtin av elframleiðsluni á landi frá varandi orkukeldum. 

Vit vita væl, at tað grøna orkuskiftið er krevjandi. 

Tað tekur tíð. 

Men vit hava lítla tíð. 

Tað krevur nógvar neyðugar, men eisini torførar avgerðir. 

At tryggja SEV er ein av teimum.

At tryggja, at prísurin fyri el er tann sami, uttan mun til, hvar í landinum fólk búgva. 

At tryggja, at vit brúka alla ta grønu orkuna, sum vit framleiða og rinda fyri, men sum í dag fer til spillis. 

At tryggja, at brúkarin til eina og hvørja tíð fær so bíligan streym sum til ber. 

Í hesi løtu viðgerð Løgtingið eina nýggja lóg, sum skal tryggja júst hetta.  

Tað er neyðugt. 

Tað er rætt. 

Og tað er rættvíst.

--

Javnaðarfólk.

Skulu vit eydnast við orkuskiftinum, so skal samfelagið innrættast soleiðis, at vit øll liva, búgva, framleiða og flyta okkum burðardygt. 

Vit hava sett okkum fyri at føra samfelagið móti einum virknum orkuskifti, sum bæði er grønt og sosialt rættvíst.

Orkuskiftið skal raðfesta náttúruvernd, minni útlát og tryggja øllum atgongd til eina fjølbroytta náttúru. 

Tað er ábyrgdin hjá okkum øllum, at vit í øllum lutum stríðast fyri, at tað samfelagið, sum vit lata okkara børnum er betri, enn tað vit tóku yvir frá okkara forfetrum. 

Við at kíta okkum við grøna orkuskiftinum virða vit tað samhaldsfesti, sum altíð eigur at vera millum ættarliðini.

Eisini hava vit eina ábyrgd í heimshøpi. Eina ábyrgd, sum vit vilja taka á okkum. Tí hava vit í hesum samgonguskeiðinum longu sett í verk 10 av teimum 25 málunum í veðurlagspolitikkinum. 

Og vit ætla okkum at halda fram at gera okkara skyldu.

Í heyst leggja vit fram ætlan um bindandi veðurlagsmál, so vit minka útlátið samsvarandi málunum í Parísavtaluni. 

 

Góðu javnaðarfólk.

Eitt óunniligt rák hevur tikið seg upp seinastu árini, har summi halda, at tey einsamøll eiga hetta landið, og tí kunnu gera av, um eg og tú skulu sleppa ein túr í fjørðina ella upp á ein fjallatopp. 

Í komandi viku fara vit endaliga at samtykkja nógv umrødda lógaruppskotið um gongd í haga, sum tryggjar, at vit føroyingar hava fullan rætt til - ókeypis - at ferðast í egnari náttúru - undir ábyrgd sjálvandi.

Tí ongin kann eiga náttúruna, ella vindin, regnið og útsýnið. 

Tað eiga vit øll. 

Vit eiga øll okkara land.

Vit eiga øll Føroyar. 

--

Góðu vinir.

Á sama hátt, eiga allir ukrainar, Ukraina. 

Men tað virdi  Putin ikki, tá ið hann gjørdi innrás í landið í februar ´22

Ólógliga og ræðuliga russiska álopið á Ukraina eigur eftir míni sannføring at hava við sær, at okkara samstarv við Russland skal vera minimalt. Helst onki. 

Tí vit skulu virka fyri, at altjóða lóg og landamørk verða vird.

--

Tíverri er kríggj og ræðuleikar eisini aðrastaðni í heiminum. Humanitera støðan í Gasa er vanlukkulig og versnar dag fyri dag. Alt ov mong hava latið lív, og ikki minst rakar kríggið børnini. Ósek menniskju liggja eftirá í einum stríði, sum tey ongan lut eiga í.

Heimssamfelagið má gera alt fyri at verja tey sivilu. Og tryggja, at neyðhjálpin kemur fram. Somuleiðis eigur heimssamfelagið at gera alt, sum tað er ment fyri at fáa eina vápnahvíld í lag millum partarnar.

Tað er mín inniliga vón, at mørk verða sett millum Ísrael og Palestina, sum báðir partar kunnu liva við – heldur enn kríggið, sum báðir partar nú doyggja við.

---

Góði landsfundur

Eg veit, at fleiri av tykkum eru vónbrotin um, at uppskotið um abort fall í løgtinginum. Tað skilji eg væl, tí eg eri sjálvur vónsvikin. 

Men tað nyttar onki at ilskast inn á tey, sum atkvøddi ímóti - tey hava rætt til sína hugsan. 

Vit mugu hyggja frameftir. 

Og eg eri sannførdur um, at innan langa tíð hevur løgtingið samtykt, at  avgerðin verður tikin  frá læknunum og løgd til einstøku kvinnuna ístaðin. 

Tí góðu vinir

Í einum fólkaræði mugu vit duga at vera ósamd. At virða hvønn annan. Eisini tey vit eru ósamd við.

Og kynstri í politikki er at finna semjurnar. Bæði innanhýsis í flokkinum. Við samstarvsfelagar. Og við andsøðuna.

Tað hevur eydnast okkum at fáa breiða semju um tøkugjøld. Um gongd í haga. Og vónandi fer tað eisini at eydnast at fáa breiða semju um Suðuroyartunnilin. Um langtíðarhaldføri og so framvegis. 

Tí í rembingartíðum hava vit tørv á støðufesti. Støðufesti tryggja vit bara, um vit finna loysnir, sum tey flestu kunnu góðtaka og liva við.

Eg veit væl, at okkurt kundi verið gjørt øðrvísi. 

Okkurt kundi verið gjørt betur. 

Og helst kundi okkurt verið gjørt skjótari.

Men tað er ofta trupult at manerera í politikki, har áhugamálini eru nógv og ymisk. Skulu vit koma á mál, og tað skulu vit, so mugu vit onkuntíð brynja okkum við toli og úthaldni. Tí sum orðatakið sigur. Tolin trívst.

Takk fyri.

Og framhaldandi góða landsstevnu.