Nógv hevur verið tosað um fartelefonir í skúlunum, og um næmingar skulu hava fartelefonir í skúlatíðini. Í løtuni er ymiskt, hvussu skúlarnir gera.
Djóni N. Joensen sigur, at hetta verður nú tikið upp politiskt. Hetta málið verður fyrireikað, soleiðis at allir skúlar í næstum fáa reglur fyri, hvussu fartelefonir verða handfarnar á skúlanum, sigur landsstýrismaðurin.
- Sum landsstýrismaður havi eg eina greiða støðu í málinum, og eg vil, at tað verða gjørdar greiðar reglur fyri, hvussu fartelefonir verða handfarnar í skúlunum. Sum meginregla skal fartelefonin ikki verða loyvd í skúladegnum, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum. Eftir nærri ásetingum verður tað latið upp til einstaka skúlan at áseta tær neyvu reglurnar.
Í londunum kring okkum tykist, sum at tey í størri mun eru farin at hugsað um greiðari regluverk á økinum. Spurningurin er, um vit í Føroyum eisini eiga at flyta okkum tann vegin, og her er landsstýrismaðurin ikki í iva.
Tað er tann vegin vit skulu fara, soleiðis at fartelefonin ikki sleppur at fylla so nógv, sum hon ger onkustaðni, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Ásetast skal í kunngerð, at tann einstaki fólkaskúlin skal gera reglur fyri fartelefonnýtsluna út frá tilmæli frá landsstýrismanninum.
Mælt verður til, at hesi viðurskifti verða partur av meginreglunum um fartelefonnýtslu:
- at fartelefonnýtsla sum meginregla ikki er loyvd í skúladegnum, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum,
- at undantøk kunnu vera, um skúlin hevur gjørt av at nýta fartelefon sum amboð í ávísari undirvísingargongd,
- at skúlin hevur eina skipan, har næmingarnir leggja fartelefonina frá sær, tá ið teir koma í skúla,
- at næmingaráðini verða hoyrd og fáa høvi til at siga sína hugsan um fartelefonnýtslu í skúlatíðini
- at leiðsla skúlans viðger uppskotið um fartelefonnýtslu saman við námsfrøðiliga ráðunum
- at leiðsla skúlans tekur neyðug stig í málum, har næmingar ikki virða ásettu meginreglur. Leiðsla skúlans kann tá taka fartelefonina frá næmingi og gera eina avtalu við næmingin og foreldrini, hvussu næmingurin fær fartelefonina aftur, tá ið skúladagurin endar,
- at næmingar hava møguleika at ringja til foreldrini, um hetta gerst neyðugt í skúlatíðini og
- at foreldur verða kunnað um tær meginreglur, sum verða settar í verk.
Málið um telefonnýtslu verður væntandi avgreitt innan fyri heilt stutta tíð, sigur Djóni Nolsøe Joensen.