Løgtingið viðgerð í dag eitt uppskot frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni um at lækka floksstøddina niður í 20 næmingar.
- Við at lækka floksstøddina fær hvør næmingur meira tíð saman við sínum lærara. Hetta fer at bøta um trivnaðin og fer at økja um læruúrtøkuna hjá hvørjum einstøkum næmingi og í flokkinum sum heild, sigur Djóni Nolsøe Joensen í viðmerking.
Hann fegnast um, at stór undirtøka tykist vera í Løgtinginum fyri uppskotinum.
At minka næmingatalið er bara fyrsta stig í ætlanunum hjá samgonguni at menna okkara fólkaskúla.
Vit gera longu royndir við at stytta skúladagin og ætlanin er eisini at víðka um núverandi tvílæraraskipan, sum nú fevnir um 1. og 2.flokk, til eisini at fevna um 3. flokk. Onnur átøk eru eisini, eitt nú at styrkja flokslærarleiklutin.
Skotið verður upp at skipanin við smærri flokkum verður galdandi frá skúlaárinum 2025/2026. Tá verður byrjað við 1. flokki, og skipanin verður síðan rullað út yvir 9 ár.