Tingmaðurin úr Javnaðarflokkinum hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum nakrar fyrispurningar um afturbering av ymiskum avgjøldum fyri inn- og útfluttum bilum.
Tey seinastu árini er ferðafólkatalið í Føroyum økt munandi, og hevur tað viðført, at fleri og fleiri leigubilar eisini eru komnir út á teirføroysku vegirnar at koyra. Hesir leigubilar fáa afturbering úr landskassanum.
Hetta kann undra almikið, tí eitt av endamálunum við ferðavinnuni er jú at fáa øktar inntøkur – eisini til landskassan.
Tískil má staðfestast, at talan er um eina heldur ivasama skipan, sum letur upp fyri, at MVG-frítøkan kann nýtast til onnur endamál enn tað, hon er ætlað til.