Um árskiftið hækkar minstulønin hjá fiskimonnum úr 1.100 kr. upp í 1.275 um samdøgrið.
Hækkingin er um 16 prosent.
- Hetta er ein kærkomin regulering av minstulønini, sum annars hevur staðið í stað síðani 2018, sigur Kim Durhuus, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Les nærri um nýggju avtaluna á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum.