11. desember 2023

Ingilín: Vit skulu gera tað møguligt hjá fólki at sleppa av við øll pantíløt á sama stað

Lóg um nýggja pantskipan verður eftir ætlan løgd fyri Løgtingið í februar.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur svarað fyrispurningi frá Magnusi Rasmussen, tingmanni.
 
Í svarinum ger Ingilín greitt, at tað hevur stóran týdning, at vit fáa nýggja lóg um pant á íløtum, tí tað skal vera møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað.
 
- Tí skulu vit seta sum útgangsstøði, at øll sølustøð, sum selja pantáløgd íløt, hava skyldu til at taka ímóti øllum pantáløgdum íløtum og at rinda pant fyri tey.
 
Av tí at talan er um lóg fyri pant á íløt verður eisini møguligt at víðka pantskipanina við tíðini at fevna um annað enn fløskur.
 
Uppskotið um nýggja pantskipan fór til hoyringar tann 6. desember.