01. desember 2023

GERANDISVØRUR SKULU VERA BÍLIGARI

Um vikuskiftið hevur Aksel V. Johannesen eina tíðargrein í Sosialinum. Í greinini greiðir hann millum annað frá um ætlanirnar at broyta MVG lógina, soleiðis at gerandisvørur verða bíligari.

– Ætlanin er at gera nakrar broytingar í MVG lógini, eins og Javnaðarflokkurin segði til valið, skrivar Aksel V. Johannesen.

Talan er um at gera tað bíligari at keypa gerandisvørur so sum mjólk, breyð, frukt og grønmeti, sum serliga barnafamiljur brúka nógv av.

Uppskotið kemur eftir ætlan í løgtingið í komandi ár.

Les meiri her: https://in.fo/news-detail/tad-verdur-biligari-at-keypa-breyd-mjolk-fukt-og-groenmeti