Aksel V. Johannesen
Lesarabræv07. desember 2023
Aksel V. Johannesen

Fleiri fet nærri einum javnaðari samfelag

Aksel V. Johannesen hevði í vikuskiftinum tíðargrein í Sosialinum. Lesið alla greinina her.

Fyri einum ári síðani var valstríðið í hæddini. Flokkar og valevni kring alt landið kappaðust um at leggja fram ætlanir fyri framtíðina hjá okkum øllum. Í Javnaðarflokkinum settu vit okkum fyri, at vit vildu hava ein lættari, bíligari og grønari gerandisdag.

 

Valið gekk sum vónað. Men alt gekk ikki sum ætlað. Støðan í heiminum hevur verið trupul, og tað hevur sanniliga eisini merkt støðuna her heima. Kortini eru nógv góð mál rokkin, og vit eru komin fleiri fet nærri einum javnari samfelag. 

 

Støðan í heiminum og støðan her heima

Støðan í heiminum er ógvuliga trupul í løtuni, og merkist hetta eisini her heima hjá okkum í Føroyum.  Tað hevur verið kríggj í Ukraina síðan februar í fjør, og fyri stuttari tíð síðani kyknaði eisini eitt álvarsligt kríggj í miðeystri. Dagliga verða fólk særd og doyggja, og havi eg djúpastu samkenslu við øllum, sum eru beinleiðis merkt av støðuni.

Síðani kríggið brast á í Ukraina, hava vit havt eina rættiliga høga inflatión. Her heima í Føroyum hava vit ikki sæð eina so høga inflatión síðan einaferð í áttatiárunum, og tað merkist serliga hjá lág- og miðalløntum barnafamiljum. Eitt er, at gerandisvørur eru blivnar munandi dýrari, men eisini renturnar eru hækkaðar, og hjá teimum, sum hava stór lán merkist tað veruliga í pengapunginum, at tað er minni at liva fyri. Tí gera vit í samgonguni nú fleiri átøk, sum hava til endamáls at lætta um gerandisdagin.

 

Lættari gerandisdagur

Fyrr í ár samtykti løgtingið at seta í verk ein hjálparpakka, sum gevur lágløntum 12.000 krónur skattafrítt, umframt at barnafamiljur kunnu fáa eitt eyka ískoyti fyri hvørt barn. Eg veit um fleiri familjur, sum hava sagt frá, at hetta hevur hjálpt ómetaliga væl hjá teimum. Og tað eri eg sera fegin um.

Eitt annað átak er lønarlyftið, sum vit eisini lovaðu áðrenn valið. Heilsurøktarar hava fingið tað, og pengar eru settir av á fíggjarlógini til at bæði námsfrøðingar, heilsuhjálparar og tey, sum eru ófaklærd innan fyri økið, fáa eitt lyft í næstum. Tað er veruliga tiltrongt av fleiri orsøkum. Bæði tí tað mangla starvsfólk á hesum økjunum, og tí at hesir fakbólkar hava verið ómetaliga lágløntir. Harafturat er talan er um kvinnustørv, sum hava uppiborið størri virðing fyri sítt arbeiði.

 

Av øðrum málum kann eg nevna, at í løtuni liggur ein skattalætti í løgtinginum, sum fer at geva einum miðalhúski 1.550 krónur meira at liva fyri um mánaðin. Tað fer at lætta munandi um hjá teimum flestu. Eg veit, at skattabroytingarnar hava fingið ein ávísan kritikk, men talan er um ein skattalætta, sum fyrst og fremst er til tey, sum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Tað er nevniliga trupult at veita størri skattaminking til tey, sum ikki eru fulla tíð á arbeiðsmarknaðinum, av tí at hesi serliga rinda kommunuskatt og ikki landsskatt.

 

Taka vit og samanlíkna henda skattalættan við skattalættan, sum undanfarna landsstýri hevði í løgtinginum, so gav tann lættin løgmanni dupult so nógv sum einum vanligum arbeiðara. Í okkara uppskoti hava vit vent tí øvut, so at ein vanligur arbeiðari nú fær dupult so nógv sum løgmaður. Og tað er avgjørt uppá sítt pláss, tí tað eru tey, sum hava tørv á einum lætta.

 

Harafturat hava vit syrgt fyri, at allar almannaveitingar verða javnaðar frá 1. januar 2024. Tað merkir millum annað, at fólkapensjonistar umframt skattalættan fáa 6-7.000 krónur meira í Samhaldsfasta og fólkapensjón næsta ár. Tað sama er galdandi fyri fyritíðarpensjonistar og lesandi. Við hesum fáa tey líka nógv, sum lønirnar hækka hjá føroyingum á arbeiðsmarknaðinum.

 

So er eisini ætlanin at gera nakrar broytingar í MVG lógini, eins og Javnaðarflokkurin segði til valið. Talan er um at gera tað bíligari at keypa gerandisvørur so sum mjólk, breyð, frukt og grønmeti, sum serliga barnafamiljur brúka nógv av. Uppskotið skal vera fíggjað, og tí er ætlanin, at avtaka MVG frítøkurnar í ferðavinnuni, soleiðis at tað serliga verða útlendsk ferðafólk, sum koma at rinda meira.  Hetta uppskotið kemur eftir ætlan í løgtingið komandi ár.  

 

Fleiri bíligir leigubústaðir

Vit vita tað, at ein av teimum størstu avbjóðingunum í Føroyum er, at tað er trupult at fáa nakað at búgva í. Og tað ger eisini, at tað er sera dýrt at keypa ella leiga. Bæði her í miðstaðarøkinum men eisini í økjunum rundan um miðstaðarøkið. Útreiðslurnar til bústað eru nógv størstu útreiðslurnar hjá teimum flestu, og skulu vit gera tað liviligari hjá fleiri, gera vit størstan mun við at seta inn á hesum økinum. Tí er eitt av høvuðsmálunum hjá okkum í Javnaðarflokkinum og hesi samgonguni, at vit skulu hava nógv fleiri bíligar leigubústaðir.

Í løtuni hava vit eitt uppskot til hoyringar, sum inniber, at Bústaðir saman við kommununum kunnu stovna almentgagnlig bústaðafeløg. Tað vil siga, at bústaðafeløg kunnu upptaka lán og harvið byggja rættiliga nógv uttan at nakar skal hava vinning av tí, og soleiðis syrgja vit fyri, at leigan er so lág sum møguligt. Bústaðapolitikkur er vælferðarpolitikkur – ikki vinnupolitikkur.

 

Veðurlagsátøk og orkuískoyti

Í Javnaðarflokkinum lovaðu vit eisini undan valinum, at vit skuldu hava ein grønari gerandisdag. Tað er eingin ivi um, at heimurin er undir stórum trýsti av bæði veðurlagsbroytingum og minkandi lívmargfeldi, og vit hava eisini skyldu til at gera okkara í Føroyum. Tí hava vit sett okkum fyri at taka verulig stig og at handla skjótt.

Í undanfarna valskeiði varð ein veðurlagspolitikkur samtyktur við 25 átøkum. Tá vit tóku við fyri skjótt einum ári síðani, var arbeiðið ikki byrjað, men í ár hevur landsstýrið sett sjey av teimum 25 átøkunum í verk og fleiri eru ávegis. Tað merkir, at longu í 2024 eru vit komin rættiliga langt við veðurlagspolitikkinum.

 

Tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri Javnaðarflokkin, at eingin dettur niðurímillum í orkuskiftinum. Tí hava vit eisini eitt uppskot í løgtinginum nú, sum gevur húskjum við lágari inntøku rætt til at søkja um eitt orkuískoyti. Tað kunnu til dømis vera tveir fólkapensjónistar, sum bara hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva fyri, ein fyritíðarpensjónistur ella ein stakur persónur við lágari inntøku. Orkuískoytið skal vera við til at tryggja, at øll kunnu gjalda útreiðslurnar til at hita húsini.

 

Við gongdu leiðini hava vit sett ferð á grøna orkuskiftið, og tað er skilagott, bæði tá mann hugsar um umhvørvið, men eisini tá mann hugsar um búskapin. Í dag innflyta vit fyri rættiliga nógvar pengar dálkandi og dýra olju, men við at leggja um til grøna orku kunnu vit ístaðin fáa reina og bíliga orku, sum vit framleiða í Føroyum.

 

Føroyar fyri øll

Høvuðsmálið hjá samgongu, hjá Javnaðarflokkinum og hjá mær er at tryggja, at vit fáa einar Føroyar fyri øll. Tað eru tíverri altíð summi, sum detta niðurímillum, men uppgáva okkara er at tryggja, at tað eru so fá sum yvirhøvur møguligt. At øll verða loftað, tá tørvur er á tí.

Men tað ber ikki til at geva øllum meira, skal tað vera skil í fíggjarpolitikkinum. Roknistykkið má ganga upp. Tí hevur samgongan tikið avgerð um at hækka nøkur gjøld í teimum vinnunum, sum seinastu árini hava havt milliardir í yvirskoti, og sum í nógv ár hava havt ein framíhjárætt til tilfeingið og firðirnar hjá okkum øllum. Hesi gjøldini fíggja millum annað lættarnar hjá vanliga fólkinum, sum nevndir eru omanfyri. Tey eru við til at tryggja vælferðarsamfelagið. Og hóast tað hava verið avbjóðingar við tøkugjaldinum, so fegnist eg nú um, at allar alifyritøkurnar siga nú, at tær gjarna vilja rinda tað, sum samgongan heldur vera rætt og rímiligt. At tær vilja rinda í felagskassan, so vit fáa einar samhaldsfastar Føroyar, har eingin dettur niðurímillum.

Hesum vilja eg, Javnaðarflokkurin og samgongan blíva við at arbeiða fyri komandi árini. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins