Birita Matras Petersen tók í síðstu viku sæti á tingi, og í dag var Birita fyri fyrstu ferð á røðarapallinum, sum framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin í málinum um dagføringar av vardum bústøðum.
Í røðuni gjørdi Birita vart við, at hóast hetta uppskotið er ein bati, so er bíðilistin til vardan bústað framvegis langur, og at tað er átrokandi at tryggja øllum føroyingum ein góðan og tryggan bústað.
Vit ynskja Biritu hjartaliga vælkomnari á ting.