08. november 2023

Nú verður lætt um hjá lág- og miðalløntum

Fríggjadagin kunngjørdi landsstýrið skattalættan til lág- og miðallønt, sum kemur í gildi 1. januar 2024.

1. januar verður skattalætti latin teimum lág- og miðalløntu. Skattalættin verður veittur í tveimum, í 2024 og 2025.
 
Hetta er fyri at gera gerandisdagin lættari hjá fólki og húsarhaldum. Og tað hevur skund.
 
Skattalættin inniber í høvuðsheitum, at:
  • Tey, sum hava eina arbeiðarainntøku, sum er 320.000 krónur árliga, hava 6.500 krónur meira um árið at liva fyri í 2025.
  • Tey, sum hava eina inntøku lægri enn 275.000 krónur árliga, kunnu søkja um orkuískoyti, sum er 5.000 krónur um árið.
  • Eitt nú fólkaskúlalærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar á endastigi fáa 13.000 krónur meira um árið.
  • Eitt húski, har annar forvinnur 300.000 krónur, og hin 500.000 krónur, fer at hava 1.550 krónur meira eftir um mánaðin í 2025.
  • Toppskatturin verður fluttur úr 800.000 krónum niður í 600.000.
 
Skattaumskipanin verður fíggjað við hækkaðum tilfeingisgjøldum, niðurlaga nakrar serskipanir á arbeiðsmarknaðinum, at dagføra, javna og stigvíst hækka avgjøldini á olju, og at flyta markið fyri toppskatt úr 800.000 niður í 600.000 krónur.