24. oktober 2023

Nógvar familjur vita ikki síni livandi ráð

Nú rentur, húsaleiga og matvøruprísir eru ógvuliga nógv hækkað hevur Súsanna Bertholdsen sett landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum ein fyrispurning um støðuna.

Rentur, húsaleiga og matvøruprísir eru ógvuliga nógv hækkað og hetta merkist allastaðni. Tí hevur Súsanna Bertholdsen spurt landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur viðvíkjandi fíggjarligari hjálp til sperd húski.
 
- Tað er ikki dagur, at onkur ikki rópar neyðarróp á sosialu miðlunum, tí tey ikki vita síni livandi ráð. Bankakontan er á minus, mánaðurin er bert komin í helvt, og tey eiga ikki pening fyri mat. Tey biðja alment um hjálp í vón um, at onkur forbarmar seg yvir tey og rættir eina hjálpandi hond, skrivar Súsanna Bertholdsen millum annað.
 
- Sum politisk skipan eiga vit at reagera, og tí kundi eg hugsað mær at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur, sigur hon.
 
Fyrispurningurin hjá Súsonnu kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10589