Nýggi stjórin á Suðuroyar sjúkrahúsi verður settur eftir júst somu treytum, sum tann verandi er. Í stívliga fimm ár hava vit havt eina vælvirkandi felags sjúkrahúsleiðslu, men framvegis eru kreftir, ið arbeiða ímóti.
"Ovasta leiðsla er skipað við einum forstjóra og tveimum stjórum, og er tað forstjórin, sum hevur seinasta orðið, tá talan er um tvístøður. Út yvir at vera stjórar í Sjúkrahúsverkinum, eru stjórarnir eisini dagligir stjórar á einstøku sjúkrahúsunum. Stjórarnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi vísa til forstjóran."
Soleiðis svaraði undanfarni landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, løgtinginum í juni 2020. Hann legði aftrat, at hetta hevði verið støðan, síðani 2018, tá tað var ásett, at forstjórin hevur endaligu ábyrgdina av rakstrinum av Sjúkrahúsverkinum mótvegis Heilsumálaráðnum.
Støðan er tann sama í 2023 sum í 2020. Og sum í 2018. Hetta er einki nýtt.
Síðani 2018 hava vit verið ígjøgnum herviligastu heilsukreppuna í nýggjari tíð. Tá stóðu sjúkrahúsini øksl við øksl og samstarvaðu seg í gjøgnum kreppuna. Hugsi ikki, at eg sigi ov nógv, um eg sigi, at tað var ein styrki, at vit høvdu eina felags leiðslu fyri føroyska Sjúkrahúsverkið tá.