03. august 2023

"Framgongdin skal koma menniskjanum og familjuni til góðar"

"Fyri fyrstu ferð í áratíggju er ein greið ætlan um at lata ein part av framgongdini koma menniskjanum og familjuni til góðar," sigur Hans Jacob Thomsen í viðgerðini av løgmansrøðuni.

Frú forkvinna, 

 

Løgmaður segði í ólavsøkurøðuni, at vit skulu stremba eftir at finna røttu javnvágina millum kynini, millum alment og privat, millum útjaðaran og miðstaðarøkið, millum at troyta og verja umhvørvið, millum familjulív og arbeiðslív – ja – snøgt sagt – í øllum.

 

Men javnvág kemur ikki av sær sjálvari. Javnvág er nakað, vit allatíðina mugu skapa.

 

Frú forkvinna, 

 

Summir røðarar tosa meira yvirskipað, meðan onnur tosa meira ítøkiliga um okkurt einstakt mál.

 

Eg kundi valt fleiri mál at tosa um, tí, sum ólavsøkurøðan eisini vísti, hevur hendan samgongan sett sær stór mál.

Men eg havi valt at hugleiða eitt sindur um eitt mál, sum, eg haldi, fram um nakað annað vísir, hvørji vit vilja vera: Ætlanirnar og grundgevingarnar fyri at stytta um arbeiðsvikuna.

 

Ludditarnir, tað vóru ymsir mótstøðubólkar í Onglandi tíðliga í 19. øld, sum vóru nevndir eftir Ned Ludd, ið helst var teirra leiðari ella undangongumaður.

 

Tá luddittarnir stríddust ímóti sjálvvirknu ella automatisku vevunum, sóu tey fyri sær arbeiðsloysi, fátækradømi og armóð. Tey væntaðu, snøgt sagt, at menniskjan fór at verða avloyst av sjálvvirknum maskinum.

 

Teirra ræðsla var ikki heilt ógrundað, tí tað finnast óteljandi søgur um heil økir, ið næstan yvir nátt eru follin í armóð, tá ídnaðurin, ið var so týdningarmikil fyri hesi økir, varð niðurlagdur vegna okkurt tøkniligt frambrot.

 

Í dag kunnu vit væl siga, at sum heild, hava tøkniligu frambrotini ikki verið tann undirgangur, ludittarnir væntaðu, men tey hava heldur ikki verið tann stóra frelsan, onnur væntaðu.

 

Tí í ritgerðini “Economic Possibilities For Our Grandchildren” frá 1930’unum spáddi vælkendi búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes at eksponentielli tøkniligi framleiðsluvøksturin fór at viðføra 15 tíma arbeiðsviku við aldarskiftið.

 

Eisini týski heimsspekingurin Hannah Arendt ímyndaði sær nakað tað sama, tá hon í 1958 gav út “The Human Condition”, sum eina reaksjón uppá “Automatiseringina, sum væntandi, innan tey komandi fáu áratíggjuni, fór at tøma allar fabrikkir og loysa menniskja frá tí elstu og mest nátúrligu byrðuni: arbeiðsbyrðuni”.

 

Nú er skjótt fjórðingsøld farin síðani aldarskiftið, Keynes hugsaði um, og nógv áratíggju eru liðin, síðani reaksjónina frá Arendt, men enn eru fabrikkirnar fullar av fólki, og tað munnu vera fá menniskju á Jørðini, ið eru nærhendis einari 15 tíma arbeiðsviku.

 

Nú er tað so 4. ídnaðarkollveltingin, ið er ávegis, og nýggjar tøknir so sum vitlíki, sjálvkoyrandi bilar og onnur tólmenni, ið skulu gera alt arbeiðið fyri okkum menniskju, so vit endiliga fáa ævigt frí.

 

Frú forkvinna,

 

Sum tey flestu nú helst hava fatað, og sum eg nevndi í áðni, so er tøkniliga framgongdin ikki ordiliga blivin tann frelsan fyri arbeiðandi menniskja, sum so nógv høvdu væntað og kanska eisini vónað.

 

Samstundis, sum vit dagliga undrast, og í ávísan mun gleðast, um tøkniligu framgongdina, gloyma vit heilt at spyrja, hvar tey stóru frambrotini í arbeiðskorum og arbeiðstíð, eru blivin av?

 

Svarið er helst, sum Løgmaður so væl segði í Ólavsøkurøðuni, at “Javnvág kemur ikki av sær sjálvari. Javnvág er nakað, vit allatíðina mugu skapa”.

 

Vit eru so bundin av siðbundnum arbeiðslagi og hátti, at vit ikki duga at ímynda okkum, at vit eru á skeivari kós, og at stóra framgongdin lættliga kann brúkast øðrvísi.

 

Hóast tøknin hevur verið tøk í longri tíð, mátti ein heimsfarsótt læra okkum, at stórur partur av arbeiðandi fjøldini kann arbeiða heimanífrá.

Ein lutvíst lítil broyting, ið ikki ger tann stóra munin fyri úrslitið av arbeiðinum, men kann spara ófatiligar nøgdir av plássi, orku og tíð.

 

Frú forkvinna.

 

Heimsfarsóttin vísti okkum á ta ójavnvág, ið var íkomin millum, hvar vit kundu, og hvar vit skuldu arbeiða frá, og vit hava sæð stóra broyting á hesum økinum síðani farsóttina.

 

Vit hava ikki brúk fyri nakrari farsótt at læra okkum, at líkasum øll ikki noyðast at vera á ávísum stað fyri at gera teirra arbeiði, noyðast øll heldur ikki at vera 40 tímar til arbeiðis fyri at gera teirra arbeiði.

 

Hetta funnu Hendrik Old og hinir longu útav í egningarskúrunum, tá teir sum óvitar egndu í Vági og sóu, at teir fingu nógv meira burturúr fyrrapartin, í mun til seinnapartin.

 

Men, tað finnast eisini óteljandi meira vísindaligar kanningar av, hvørja ávirkan styttri arbeiðstíð hevur, og eg havi enn ikki sæð nakra kanning, ið grundgevur fyri at varðveita verandi tal av tímum.

 

Hinvegin grundgeva tær allarflestu fyri, at vit eiga at stytta um arbeiðstíðina.

 

Tað finnast eisini fleiri ítøkilig dømir um bæði fyritøkur og heilar geirar, sum hava stytt arbeiðsvikuna heilt niður í 4 dagar við góðum úrsliti. Enntá eisini í Føroyum.

 

Og hóast grundgevingarnar eru nógvar og ymiskar, so er høvuðsboðskapurin, at tað er ikki javnvág millum arbeiðslív og frítíð, og henda ójavnvágin órógvar tí eisini bæði arbeiðslív og frítíð.

 

Tað er, snøgt sagt, ikki javnvág millum ta tíð, vit eru til arbeiðis, og tað vit fáa burturúr.

 

Síðani ídnaðarkollveltingina hava vit billað okkum inn, at tíðin, vit eru til arbeiðis, er avgerðandi fyri, hvussu nógv vit fáa burturúr.

 

Og so løgið tað enn ljóðar, so var tað eitt tógvið stríð, fyrst at fáa ásett 8-tíma arbeiðsdag, og síðani at stytta arbeiðsvikuna úr 6 døgum til teir 5 dagarnar, vit kenna í dag.

 

Frú forkvinna.

 

Henda samgongan ætlar sær at gera nakað við hesa gongdina.

 

Fyri fyrstu ferð í áratíggju er ein greið ætlan um at lata ein part av framgongdini koma menniskjanum og familjuni til góðar.

 

Tað er tí heldur ikki so óvæntað, at tað er ein ávís mótstøða ímóti ætlanunum, tí um tað er nakað, vit menniskju duga illa, so er tað at læra av royndum.

 

Royndirnar vísa greitt, at vit fáa minst líka nógv ella meira burturúr við styttri arbeiðstíð. Ikki bara sum einstøk fyritøka, men eisini í stóran mun sum samfelag.

 

Tað eiga øll at kunna gleðast um og taka undir við.

 

Tá vit hava gjørt tað, hava vit veruliga víst, hvørji vit eru.

 

Takk fyri.