Umframt at hava sjúku at dragast við, skal viðkomandi eisini stúra um fíggjarstøðuna. Tað er als ikki nóg gott, sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, nú hon varpar ljós á tey, sum arbeiða tímalønt.
Í morgun var Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, á vitjan á Delta Seafood á Tvøroyri. Her hitti hon hjúnini Inga og Herdis Maria Hofgaard, sum bæði starvast á Delta. Sum so mong onnur í flakavinnuni eru tey tímaløn, og arbeiðið hjá teimum er sera óstøðugt. Av tí sama er fíggjarstøðan eisini óstøðug, og skuldu tey verið so óheppin at verið rakt av sjúku, eru tey illa stødd.
Dagpeningaskipanin tekur nevnliga ikki hædd fyri teimum, sum arbeiða í óstøðugum tímaløntum starvi eitt nú á flakavirki.
- Eg, sum havi eina støðuga inntøku, kann illa ímynda mær, hvussu trupult tað man vera at leggja eina fíggjarætlan til rættis, tá inntøkan er ókend. Fíggjarligur ótryggleiki elvir til strongd hjá mongum, og er ikki at spæla við. Sum javnaðarkvinna hugsi eg, at vit eiga sjálvandi at skapa so góðar umstøður sum til ber fyri hesum fólkum, sigur Súsanna Bertholdsen eftir vitjanina.
- Vit politikarar kunnu ikki broyta óstøðugu arbeiðsumstøðurnar, men vit kunnu syrgja fyri, at okkara skipanir taka hædd fyri tímaløntum. Lat meg líka taka eitt dømi um, hvussu sjúkradagpeningaskipanin virkar í dag:
Um eitt starvsfólk á flakavirki er í tí støðu, at sjúka rakar, so verður útgjaldið roknað eftir inntøkuni fimm vikur frammanundan. Um lítið arbeiðið hevur verið tær fimm vikurnar, so verður útgjaldið frá sjúkradagpeningaskipanini hareftir, greiðir Súsanna frá.
- Umframt at hava sjúku at dragast við, skal viðkomandi eisini stúra um fíggjarstøðuna. Tað er als ikki nóg gott, sigur hon.
Í fjør bleiv sjúkradagpeningalógin broytt, og fleiri góðar broytingar vórðu gjørdar. Men enn eru stórar avbjóðingar við skipanini og stendur tað í samgonguskjalinum, at sjúkradagpeningaskipanin skal endurskoðast. Lógin tekur ikki hædd fyri, at tímalønt eru ein fjølbroyttur hópur, og tað eiga vit at broyta.
- Tí vil eg fegin spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, um hon heldur, at tað er nøktandi, at eitt arbeiðsfólk fær útgoldið 80% av eini løn um mánaðin, tá sjúka rakar? Og ætlar hon at endurskoða sjúkradagpeningaskipanina til tímalønt?