Les formansrøðuna sum Aksel V. Johannesen helt á landsfundinum 2023 her.
Góði landsfundur, góðu javnaðarfólk!
Ein keta verður smíðað úr stáli, tí hon skal kunna halda. Hon skal vera sterk, tí hon skal skapa tryggleika – bæði í brotasjógvi og í sterkum streymi.
Men er ein liður í ketuni veikur, slitnar hon. Sama hvussu sterkum stáli, hon er smíðað úr.
Og hvat er tá virðið á ketuni?
Seinastu árini hava vit erpað okkum av búskaparligari framgongd.
Tað gongur væl í Føroyum, og tað er sanniliga at gleðast um.
Men hvat er virðið á einum sterkum búskapi, um avlop verður stúgvað omaná avlop í nøkrum heilt fáum rúgvum heldur enn at verða býtt, so tað kemur øllum til góðar, og ikki minst teimum, sum veruliga hava tørv á tí?
Er tað tá nakað, vit kunnu erpa okkum av?
Ein keta er ikki sterkari enn sín veikasti liður, sigur orðafellið.
Týdningin av orðafellinum kanst tú flyta yvir á samfelagsviðuskifti og spyrja:
Eru vit sum samfelag rík og sterk, tá okkara stóra ríkidømi bert gagnar nøkrum fáum?
Kunnu vit erpa okkum av búskaparligari framgongd, meðan vit hava húski í Føroyum, sum hava trupult at fáa endarnar at røkka saman?
Sum samfelag eru vit ikki sterkari, enn okkara veikastu borgarar.
Hesa áskoðan veit eg, at tit deila við mær.
Hetta er okkara hugsjón. Og hetta er tað, vit koma saman um á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í dag.
Saman eru vit í Javnaðarflokkinum eisini ein sterk keta. Uttan tykkum, uttan okkara samanhald, sat Javnaðarflokkurin ikki við valdið í dag.
**
Men góðu tit,
Tað gera vit.
Tann politiska kósin er nú vend.
Politiskar raðfestingar, sum fyrst og fremst taka hædd fyri teimum fáu, eru sleptar. Politikkurin, sum hevur til endamáls bara at styrkja ávísar liðir í ketuni, tapti. Tí tað er ikki ein haldførur máti at leiða eitt land. Og tað visti fólkið, tá tað fór á val tann 8. desembur í fjør.
Nú stevna vit móti einum javnari samfelag, har virðini verða býtt rættvísari, har hvør liður í ketuni hevur eins stórt virði – og ikki minst:
Har skil er í.
**
Eg havi glett meg til í dag. Eg havi glett meg at hitta tykkum øll aftur eftir eitt krevjandi ár við tveimum valstríðum.
Tveimum valum við sera góðum úrslitum. Tað ger tað kanska uppaftur stuttligari at hittast aftur í ár.
Men góðu tit,
Tey góðu úrslitini fekk Javnaðarflokkurin ikki uttan tykkum. Tykkum, sum arbeiða hart og áhaldandi aftanfyri leiktjøldini uttan at krevja nakað afturfyri.
Ella - tað passar ikki heilt.
Tit krevja javnaðarpolitikk afturfyri.
Og tit halda eitt vakið eyga við okkum.
Í valstríðnum høvdu vit kunnað havt eina telefonlinju bara til tykkum úti um landið, sum ringdu inn á skrivstovuna at fortelja, um onkur plakat var fokin. Ella um stavivilla var í einum lesarabrævi. Ella um onkur tykkara helt, at mín slipsaknútur kundi verið strammaður.
At tit halda eitt vakið eyga við øllum, Javnaðarflokkurin ger, merkir, at tit leggja í.
Tit kenna týdningin av, at Javnaðarflokkurin stendur seg væl. Tit vita, at tað fyri fólkið í Føroyum er neyðugt, at Javnaðarflokkurin er sterkur.
Tit hava eitt ómissandi virði fyri Javnaðarflokkin. Uttan tykkum høvdu vit ikki vunnið løgtingsvalið. Uttan tykkum høvdu vit ikki vunnið fólkatingssessin.
Takk fyri tað og hjartaliga vælkomin øll somul á landsfund hjá Javnaðarflokkinum.
**
Tað gongur uppá allar mátar væl í Javnaðarflokkinum. Í heyst gjørdu vit eitt gott fólkatingsval og kundu enn eina ferð senda eitt gott og vakið umboð á fólkating.
At vit nú hava vunnið ein fólkatingssess fýra ferðir upp í slag vísir, at vit har gera tað, fólkið vil hava. Fólkið vil hava ítøkilig úrslit, og tað fáa tey frá Javnaðarflokkinum.
Og í vetur gjørdu vit eitt gott løgtingsval. Eitt søguliga gott løgtingsval.
Eingin flokkur hevur í Føroya søgu fingið omanfyri 9000 atkvøður áður. Men tað fekk Javnaðarflokkurin hesa ferð.
Og hyggja vit eitt sindur nærri eftir úrslitunum – bæði til fólkatingsvalið og løgtingsvalið – so síggja vit, at fólk úr øllum landinum atkvøða fyri Javnaðarflokkinum.
Eftir hesi bæði valini kundu vit staðfesta, at Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum er fyri allar Føroyar.
Fyri tykkum, sum búgva í Suðuroy, á Sandi, tykkum norðanfyri, tykkum har vesturi, tykkum í miðstaðarøkinum og tykkum í útjaðaranum. Javnaðarflokkurin er fyri tykkum í lágløntum størvum og tykkum við góðari løn. Javnaðarflokkurin er fyri tykkum ungu, fyri tykkum gomlu, og fyri okkum, sum liggja onkrastaðni har mitt ímillum. Hann er fyri tykkum frísku og føru. Og fyri tykkum, sum hava tørv á eini hjálpandi hond.
Hetta er ein flokkur, sum rúmar øllum hesum bólkunum, og valúrslitini vísa, at hetta er ein flokkur, sum hevur stuðul millum allar hesar bólkarnar.
At Javnaðarflokkurin er fyri øll – tað merkir, at Føroyar eru fyri øll, tí nú er tað Javnaðarflokkurin, sum situr í landsins leiðslu.
**
Við hesi søguligu góðu undirtøkuni úr øllum landinum fóru vit til arbeiðis. Við trimum góðum landsstýrisfólkum, eini sterkari tingmanning við níggju góðum tingfólkum og við løgmanni.
Og í ovurmorgin eru tað júst fimm mánaðir síðani, at vit saman við Tjóðveldi og Framsókn skrivaðu undir eitt samgonguskjal, sum vit kunnu fegnast um, at Javnaðarflokkurin hevur fingið øll síni hjartamál við í.
Samgonguskjalið valdu vit í samgonguni at kalla ”Saman eru vit sterk”.
Heitið á samgonguskjalinum sampakkar væl við ta hugsjónina, vit koma saman um í dag:
Ketan er sterkari, tá vit standa saman.
Fyri løtu síðani hoyrdu vit hendan sama boðskapin ganga aftur í frálíku gestarøðuni hjá Anne Mette, sum minti okkum á ikki at miðsavna ov nógv. Ikki at gloyma lívið, fólkið og virksemið á bygd. At minnast til týdningin av, at Føroyar skulu vera fyri øll.
Takk, Anne Mette, fyri hesa týdningarmiklu áminning.
Tað hevur týdning, tí tá vit forsøma hetta, so eru tað okkara borgarar, sum svíða fyri tað.
Eitt syndarligt dømi um hetta var tá miðlarnir í fjør fortaldu um Magna úr Vági.
”Eg havi tað okay, men eg havi einki lív”, var yvirskriftin á greinini.
47-ára gamli vágbingurin bleiv fyri tveimum árum síðani nýrasjúkur, og hetta ger, at hann 3-4 ferðir um vikuna skal hava dialýsuviðgerð.
Men í suðuroynni er eingin dialysuviðgerð, og tað má Magni svíða fyri.
Fyrstu tíðina leigaði hann eitt kamar í Havn, tí ferðingin aftur og fram 3-4 ferðir um vikuna gjørdist ov møtimikil hjá einum manni, sum frammanundan var kropsliga illa fyri. Lítla kamarið í Havn kostaði honum meira í leigu, enn lánsgjaldið fyri húsini í Vági.
Eftirsum Magni hevur eina ringa heilsustøðu, er hann ikki førur fyri at arbeiða, og fíggjarstøðan helt tí ikki til dupult húsarhald.
Men Magni kann ikki liva uttan dialysuviðgerð, og tí noyðist hann nú at ferðast aftur og fram.
”Eg droymi um, at tað verður gjørligt at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi”, segði Magni í greinini.
”Tað hevði verið eitt heilt annað lív”, segði hann.
Hetta er ikki Føroyar fyri øll.
Hetta eru ikki tær Føroyar, Javnaðarflokkurin vil hava.
Tí haldi eg, vit kunnu fegnast um, at eitt av fyrstu átøkunum, sum landsstýriskvinnan í heilsumálum setti í verk, tá hon fór til arbeiðis, var nettupp at skipa eitt dialysutilboð í Suðuroynni.
At vit hava fingið eina landsstýriskvinnu í heilsumálum, sum kennir heilsuverkið væl og virðiliga og fram um alt brennir fyri at betra um heilsuverkið, merkist. Av øðrum málum, sum landsstýriskvinnan hevur framt, kunnu vit nevna, at farsóttarøkið nú verður yvirtikið. Demensøkið verður eisini raðfest, eins og vit nú seta krabbameinsætlanina í verk. Eitt annað týðandi mál, landsstýriskvinnan hevur framt, hjálpur teimum, sum hava sálarligar trupulleikar. Nú kunnu tey alt samdøgrið venda sær til læknavaktina. Tað er sanniliga at gleðast um.
Og í summar verður klárt hjá Magna og øðrum suðuroyingum, sum hava tørv á dialysuviðgerð, at fáa viðgerðina í Suðuroy.
Tað er soleiðis, vit skulu stýra okkara landi.
Aftaná lívsneyðugar heilsuviðgerðir, koma ein røð av politiskum átøkum, sum eru – um ikki lívsneyðug – so allíkavæl neyðug, skal tað framvegis bera til at hava virksemi og ein gerandisdag úti um landið. Vegakervið og gott samband millum bygdirnar hevur týdning.
Tí er tað eisini gleðiligt, at hetta er ein raðfesting sum sæst aftur í fíggjarlógini. Í fíggjarlógini eru fleiri raðfestingar, sum veruliga muna fyri nógv fólk kring landið. Eg kann nevna, at samstundis sum tunlarnir norður um fjall, Fámjinstunnilin og Dalstunnilin verða gjørdir lidnir, so er peningur settur av til at fara undir fyrireikandi arbeiðið til Tjørnuvíkartunnilin og Vestmannatunnilin. Til at breiðka Funningsvegin og at gera Depilssvingið á Borðoynni tryggari.
Alt gott um at byggja nýtt. Men vit mugu eisini viðlíkahalda tað, vit hava bygt. Tí hava vit hækkað játtanina til asfaltering og viðlíkahald av landsvegakervinum, og ætlanin er at fara undir eina miðvísa ætlan at viðlíkahalda alt landsvegakervið í Føroyum.
Vit hava somuleiðis sett pening av til at útbyggja og umvæla Miðnám á Kambsdali, Tekniska Skúla í Klaksvík og Rásina í Saltangará. Til viðlíkahaldið av Suðuroyar Sjúkrahúsi og til at gera Mentanarhúsið í Klaksvík liðugt.
Alt við tí endamáli, at tað skal verða liviligt kring alt landið.
**
”Tað, sum politikkarar lovaðu tær í gjár, er skatturin, tú rindar í dag”.
Soleiðis segði ein kanadiskur forsætisráðharri einaferð.
At lova einar Føroyar fyri øll, er ikki hissini lyfti at geva. At lova at øll kenna seg sædd, hoyrd og vird, og at eingin dettur niður ímillum. Tað krevur, at vit, sum sita í landins leiðslu, taka uppgávuna í álvara og stýra við skili. At tað er skil í.
Ikki minst, at tað er fíggarligt skil í.
Í Javnaðarflokkinum vita vit, at vælferð kostar.
Tað er ikki nakar hvøkkur fyri okkara veljarar, at tað, vit lovaðu í gjár, kostar í dag. Tí tað halda vit ikki dult.
Tað er dýrt at lova at fylgja sínum borgarum frá vøggu til grøv. At lova teimum karmar, har tey hava møguleikar at liva eitt innihaldsríkt lív. At lova teimum eitt gott og framkomið samfelag at liva í. At lova teimum heilsubót, gerast tey sjúk. Og at halda hondina undir teimum, skuldu tey snávað á lívsins leið. Tað kostar.
Tað vita vit, og tí vita vit eisini, at pengar skulu inn í landskassan.
Tí er tað neyðugt, at ein munandi – men rímiligur – partur av tí serstaka vinninginum, sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið. Løgtingið hevur í vikuni samtykt at hækka veiðigjøldini á uppisjóvarfiski og tøkugjaldið, sum alivinnan rindar fyri at ala í okkara firðum.
Tað er einki annað enn rímiligt, og tað er eisini neyðugt, skulu vit tryggja tað, vit lovaðu tykkum: Einar Føroyar fyri øll. Tá mugu vit øll eftir førimuni rinda okkara part í landskassan.
Og skil skal vera í landskassanum.
Summi hava kanska funnist at okkum fyri at tosa ov nógv um haldføri. Men eg eri sannførdur um, at tað er tað skilabesta, vit kunnu gera fyri okkara vælferðarsamfelag. Og tað skylda vit okkara eftirkomarum. At stýra landinum við fíggjarligum skili. So vit framvegis kunnu hava einar Føroyar, sum eru fyri øll.
Einar Føroyar, har menniskjað er í miðdeplinum.
Í mars var føroyskur merkisdagur, sum kanska fór framvið nøsini á teimum flestu. Summar merkisdagar fegnast vit um, og aðrar vilja vit helst ikki verða mint á.
Og hesin var ein av teimum, vit helst vildu fortrongt.
Hendan dagin fyri 30 árum síðani, fekk Marita Petersen, sum tá júst var vorðin løgkvinna, boðini um, at Føroyar vóru farnar á húsagang.
Vit minnast aftur á hesa tíðina og serliga árini, sum vóru fyri framman, sum eina tí svárastu tíð í nýggjari føroyskari søgu. Arbeiðsloysið vaks uppum 20%, túsundtals føroyingar fóru av landinum, lønir lækkaðu og skuldin vaks. Sjálvur minnist eg, at eg arbeiddi á Kósini á veturin 1992/93, tá vit øll somul vóru uppsøgd. Hetta rakti meint. Ikki minst hjá teimum, sum vóru uppihaldarar. Og tá Kósin lat upp aftur nakrar mánaðir seinni, vóru fleiri av kendu andlitunum ikki at síggja longur millum starvsfólkini. Tey vóru av berari neyð flýdd av landinum.
At kreppan í 90-unum gjørdist so ring, var fyrst og fremst úrslit av, at mann frá politiskari síðu hevði verið ábyrgdarleysur. Í góðum tíðum varð einki sett til síðis, og tá kreppan kom, høvdu vit einki at standa ímóti við. Tí var lítið annað at gera enn at ganga strangu krøvunum frá dønum á møti.
Hjá vanliga borgaranum var støðan vanlukkulig.
Hetta eru nú 30 ár síðani. Og hóast hetta ikki er eitt tíðarskeið, okkum dámar at minnast aftur á, hevur tað týdning eisini at minnast og ikki minst læra av mistøkum.
Sum politikkarar í landsins leiðslu er tað okkara ábyrgd at tryggja, at vit ongantíð aftur enda í somu støðu.
At fáa fíggjarligt skil í aftur, var eitt av høvuðslyftunum hjá Javnaðarflokkinum undan løgtingsvalinum.
Eftirsum val varð útskrivað í ótíð, fekk undanfarna samgonga ikki samtykt fíggjarlógina, sum annars var latin løgtinginum. Tí var tað ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggju samgonguni at samtykkja eina fíggjarlóg. Í roynd og veru er talan um somu fíggjarlóg. Kortini megnaðu vit at fáa eitt avlop á 144 milliónir, har undanfarna samgonga hevði eitt avlop á 12 milliónir. Við broytingunum í veiðu- og tøkugjaldinum, sum vórðu samtyktar í løgtinginum mikudagin, er ikki óhugsandi, at landskassin kann fáa eitt yvirskot í ár á umleið 300 milliónir krónur. Samstundis sum vit raðfesta vælferð.
Eg haldi, hetta er ein góð og skynsom byrjan uppá tann politikkin, vit vilja føra komandi árini.
Men lat ikki nakran vera í iva. Hetta er ikki avlop fyri avlops skyld. Avlopið hevur eitt endamál: At vit skapa eitt sterkt fíggjarligt grundarlag undir einum góðum vælferðarsamfelagi nú og í framtíðini.
Undan valinum lovaðu vit føroyingunum ein lættari, bíligari og grønari gerandisdag. Tað ber bara til, um tað er fíggjarligt skil í.
**
Góðu tit,
Eitt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum er at stytta arbeiðsvikuna. Sjálvur eri eg sannførdur um, at hetta er eitt av teimum politisku málunum, sum fer at hava størsta ávirkan á okkara gerandisdag – og tað er júst gerandisdagin, vit vilja betra um. Gera lættari, bíligari og grønari, sum vit søgdu.
Sum ferðin í samfelagnum er í dag, brenna menniskju út.
Pápar brenna út. Mammur brenna út. Gerandisdagurin hongur ikki saman. Tímarnir í degnum eru ov fáir til alt tað, vit skulu náa. Tí mugu vit gera okkurt.
Ferð eftir ferð verður víst á, at børn og ung í dag stríðast.
Uttan at kunna peika tykkum á orsøkina til hetta, eri eg ikki í iva um, at geva vit familjunum meira tíð í gerandisdegnum, kemur hetta eisini okkara børnum og ungum til góðar. Við tí ferðini, sum er í gerandisdegnum – í hamstarahjólinum - í dag, telur hvør einasti minuttur.
Og tá er tað, at fáa frí 30 minuttir fyrr hvønn dag, nakað, sum munar.
Tað hevur verið ført fram, at vit verða minni kappingarfør, verður arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar. Hetta verður ført fram við teirri grundgeving, at tá fólk arbeiða minni ella verða skjótari samsýnt fyri yvirtíðararbeiði, so loysir tað seg ikki at framleiða vørur og tænastur sammett við onnur lond.
Men hetta er ein myta.
Tað eru ikki lág løn og langir arbeiðsdagar, sum gera okkum effektiv á arbeiðsmarknaðinum,
Hyggja vit at okkara grannalondum, so er arbeiðsvikan langt síðani stytt.
Og framvegis eru grannalondini hjá okkum tey londini, ið hava størstu framleiðslu fyri hvønn borgara – ella BTÚ fyri hvønn íbúgva - í heiminum. Øll somul lond, ið byggja á sosialdemokratisk virði, eins og Føroyar.
Hyggja vit hinvegin til lond, har arbeiðsvikan er long og lønin lág, so síggja vit ikki búskapir í vøkstri ella høgt BTÚ.
Latið okkum til dømis hyggja til Meksiko.
Í Meksiko er meðallønin umleið ein fjórðing av tí, hon er í Føroyum. Og í Meksiko arbeiðir tú væl longri arbeiðsdagar, enn tú gert í Føroyum.
BTÚ fyri hvønn føroyska borgara er sjey ferðir størri enn tað er í Meksiko.
Orsøkin til, at Føroyar og onnur norðurlond eru so væl fyri búskaparliga er nettupp, at vit hava væl skipað samfeløg við sterkum almennum skipanum, høgum lønum,høgum skatti at reka vælferðartænastur við, og nógvari frítíð, ið fær fólk at trívast.
Gjógvin millum rík og fátøk er minni. Flest øll í arbeiðsførum aldri arbeiða, men arbeiða ikki líka langar dagar sum í eitt nú í Meksiko
Bestu londini at reka vinnuligt virksemi í, eru tey sosialdemokratisku vælferðarlondini.
Við einari samhaldsfastari útbúgvingarskipan fær vinnan best skikkaðu arbeiðsmegina.
Og verða starvsfólkini sjúk, noyðist arbeiðsgevarin ikki at rinda lønina. Gerast starvsfólk foreldur, fara tey í barsilsskipanina í upp til eitt ár og venda aftur til arbeiðsplássið aftaná.
Hetta ger tað lættari hjá arbeiðsgevaranum at fasthalda arbeiðsmegi.
Í vælferðarlondunum er heilsan betri.
Fólk eru sum heild meira nøgd. Og harvið tíma og orka tey betur at arbeiða.
Tá gerast vit effektiv.
__
Tí kunnu vit gleðast um, at landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, í løtuni arbeiðir fyri at stytta arbeiðsvikuna. Í løtuni er hon í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og hevur hon sett sær fyri at uppskot verður lagt fyri løgtingið í heyst.
Hetta er ein liður í arbeiðinum at gera gerandisdagin hjá føroyingum betri. Umframt styttri arbeiðsviku, kann eg nevna, at Umhvørvismálaráðið eisini arbeiðir við at fáa fleiri almannagagnligar bústaðarmøguleikar.
At minka um trotið á bústøðum kring landið og harvið hjálpa fleiri føroyingum at fáa tak yvir høvdið, er eitt annað av lyftunum hjá Javnaðarflokkinum. Eitt annað lyfti, sum skal betra um gerandisdagin hjá nógvum føroyingum.
Tað er ov trupult at finna ein bústað. Og tað er heilt einfalt ov dýrt at keypa og leiga ein bústað í dag. Tað kann Javnaðarflokkurin ikki liva við, og tí seta vit eina røð av átøkum í verk fyri at minka um bústaðartrotið.
Longu er avgreitt, at okkara bústaðarpolitiska amboð, Bústaðir, nú aftur hevur fríari teymar at virka og byggja fólki tak yvir høvdið. Broytingin undir seinastu samgongu sum gjørdi, at Bústaðir bert kundi byggja við privatum íleggjarum, og soleiðis eisini skuldi hava vinnuligt avkast av leigubústøðunum, samtykti løgtingið í síðstu viku at strika.
Uppgávan hjá Bustøðum er nú aftur at byggja heim til fólk - ikki at skapa avkast og vinna pening.
**
Okkara børn, okkara ungdómar eru okkara framtíð. Tí mugu tey fáa hægstu raðfesting. Tí stovnaðu vit eitt nýtt aðalráð eftir valið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið. So vit veruliga seta fokus á okkara dýrasta tilfeingi: børnini. Djóni Nolsøe Joensen, sum nú er landsstýrismaður á økinum, hevur alla sína starvsleið, bæði innan og uttanfyri politikk, arbeitt fyri júst barnamálum.
Og arbeitt verður eisini við at gera gerandisdagin lættari hjá okkara børnum.
Serliga hjá teimum, sum frammanundan hava tað trupult.
Síðst í mars kundi landsstýrismaðurin leggja fram eitt semjuskjal millum almennar og kommunalar myndugleikar, sum skal gera tað lættari hjá børnum og ungum at fáa hjálpina, teimum tørvar.
Foreldur skulu ikki stríðast óneyðugt fyri at fáa ta hjálp, teirra børnum tørvar.
Eisini í barna- og útbúgvingarmálaráðnum verður arbeitt við fleiri øðrum málum. Byggingin av Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík er farin í gongd, og útbyggingin av Rásini og Miðnámsskúlanum í Kambsdali kunnu fara í gongd, nú verklagslógirnar eru samtyktar í løgtinginum.
Á arbeiðsborðinum hjá landsstýrismanninum liggja í løtuni broytingar í barnaverndarlógini og fólkaskúlalógini og ein spennandi verkætlan at gera kampus á Frælsinum í Havn, so Fróðskaparsetrið fær ein felags setursbygning.
Eisini kann eg nevna, at vit hava sett pengar av til at taka ein eyka flokk av námsfrøðingum inn eftir summarfrítíðina.
Vit hava tørv á fleiri námsfrøðingum, og tí er hetta ein neyðug raðfesting á fíggjarlógini.
**
Góðu tit øll,
Vit lovaðu tykkum, at gerandisdagin skuldi blíva bíligari, fingu vit eina javnaðarstjórn aftur í Tinganes.
Við høgu inflasjónini og greiðum ábendingum um, at fleiri og fleiri húski í Føroyum eru fíggjarliga sperd, hevði hetta skund hjá okkum at veita eina hjálpandi hond til tey, ið vórðu harðast rakt, og var tað eitt tað fyrsta, vit fóru undir.
Stutt eftir, vit fóru til arbeiðis, samtykti løgtingið tí ein hjálparpakka til fíggjarliga sperd húski. Við einum munandi hjálparpakka fingu fíggjarliga sperd húski við lágum inntøkum veitt eina hart tiltrongda hjálpandi hond.
Hetta eiga vit øll at fegnast um – eisini tey, sum ikki eru eins hart rakt av ógvusligu príshækkingunum. At vit liva í einum samfelagi, har vit taka hond hvør um annan, og ikki forsøma teir veikastu liðirnar í ketuni, gagnar okkum øllum.
Eisini eitt lønarlyft til tey lágløntu í umsorganarstørvum var neyðugt at raðfesta.
Sambært tølum fara 1000 starvsfólk at mangla á umsorganarøkinum um fá ár, um einki verður gjørt.
Starvsfólkatrotið má loysast, tí vit gerast fleiri og fleiri, sum hava tørv á røkt og ansing.
Lønarlagið er ein partur av orsøkini – og av loysnini. Tí er lønarlyftið ein góð og alneyðug raðfesting.
Arbeitt verður eisini við einum skattalætta til lág- og meðallønt, sum skal koma í gildi 1. januar komandi ár. Ein skattalætti, sum veruliga skal gera mun.
Hesi politiski átøkini, eg havi nevnt, eru málrættað teimum, ið tørva tað. Vit vilja, at tey, ið eru illa fyri fíggjarliga, fáa størri rásarúm.
Fáa ein bíligari gerandisdag.
**
Gerandisdagurin skal við Javnaðarflokkinum verða bíligari, lættari – og so skal hann verða grønari.
**
Góðu tit,
Herfyri fleyg ein útlendsk tyrla við ferðafólkum um Drangarnar. Ferðafólkini kundu gleðast um at síggja lomviga, lunda og ritu av fyrstu parkett. Ikki bara eina ferð, men tríggjar túrar rundanum Drangarnar, fingu spentu ferðafólkini, sum vóru í Føroyum í samband við filmsupptøkur.
Tað er gleðiligt, at ferðavinnan er í blóma. Og tað er stuttligt, at filmsfólk vilja koma til Føroyar at brúka okkara vøkru náttúru sum leiktjøld. Tað eri eg vísir í, kann ávirka og styrkja føroysku filmsvinnuna, sum tykist at vilja festa røtur.
Tað er gott við einum fjølbroyttum vinnulívi, tí vit hava tørv á fleiri beinum at standa á.
Men sum einhvør onnur vinna, má ferðavinnan skipast við hóskandi og við rímiligum lógarverki.
Tað, sum flogskiparin á útlendsku tyrluni ikki hevði hugsað um, var, at fuglalívið í bjørgunum als ikki tolir tann larm og teir vindstoytirnar, tyrlan gevur frá sær. Og úrslitið var, at lomvigarnir, lundarnir og riturnar sloppu sær til rýmingar undan larminum. Burtur frá sínum eggum.
Mánadagin samtykti løgtingið eitt uppskot hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, sum nettupp skal verja náttúruna móti inntrivum hjá okkum menniskjum, sum ikki altíð gáa um, at har, vit vilja byggja bygningar, leggja aliringar og gera onnur inntriv, har finst ein viðkvom náttúra, sum vit eiga at taka atlit til – serliga við tí ferðini, sum er á menningini í samfelagnum í dag.
Vit lovaðu, at vit eftir valið fóru at gerast grønari og meira tilvitað um umhvørvið og náttúruna, vunnu vit valið.
_
Eftir valið varð eitt umhvørvismálaráð fyri fyrstu ferð sett á stovn. Hetta gjørdu vit, tí vit halda, at umhvørvis-, náttúru- og veðurlagspolitikkur skal hava meira rúmd í føroyskum politikki.
Tað var Ingilín D. Strøm, sum varð sett sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum. Og hetta kunnu vit øll gleðast um, í henni hava vit eina landsstýriskvinnu, sum veruliga brennir fyri náttúruni og umhvørvinum, og sum hevur eitt stórt innlit í hetta økið.
Og vit fegnast ikki einans um eina nýggja náttúruverndarlóg.
Fleiri munandi umhvørvisátøk eru á veg.
Umhvørvismálaráðið fyrireikar nú eina bindandi veðurlagslóg, sum skal leggjast fyri tingið eftir summar. Eisini vilja vit, at fólk skulu kunna venda sær til eina óhefta brúkararáðgeving, sum skal geva bestu orkuráðgevingina, tá tú ynskir at leggja um til grøna orku.
Hetta eru pengar settir av til, og væntandi verður orkuráðgevingin tøk fyri almenningin eftir summarfrítíðina.
Almennir bygningar skulu bjálvast og leggja um til grønar hitaskipanir.
Í næstum verða oljufýr bannað í nýggjum húsum og stuðul verður latin til upphøgging av oljufýr.
Hetta og fleiri onnur veðurlagsátøk eru á arbeiðsborðinum í Umhvørvismálaráðnum.
Øll skulu við í orkuskiftið, og tí er eisini gongd í arbeiðinum at tey, ið ikki hava ráð at leggja um kunnu koma við. Hetta verður væntandi gjørt í samráð við Almanna og Mentamálaráðið.
Skulu vit koma á mál við ætlanini um, at øll orka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030, skulu vit arbeiða í tveimum: Eitt er elframleiðslan, ið skal vera varandi, eitt annað er at fáa fólk og vinnu við. Vit hava nógv at gera, um øll 25 átøkini í orku- og veðurlagspolitikkinum, sum varð samtyktur í fjør við breiðum meirluta í tinginum, skulu fremjast skjótast tilber.
Hetta er eitt umfatandi arbeiði. Tað verður eitt risa tak, ið skal takast komandi árini.
Men góðu tit,
Vit sleppa ikki undan.
Veðurlagskreppan er veruleiki.
Og vit noyðast at átaka okkum okkara part av ábyrgdini – og loysnini.
Í Javnaðarflokkinum trúgva vit, at ketan er sterkast, standa vit øll saman. Gera vit øll okkara.
Vit kunnu ikki forsøma okkara leiklut, tá tað ræður um at tryggja okkara eftirkomarum somu umstøður, sum vit hava. Tí skulu vit sjálvandi standa saman við restini av heiminum um at loysa umhvørviskreppuna.
**
Seinastu árini hava vit fleiri ferðir upplivað týdningin av, at heimurin stendur saman tá á stendur.
Góðu tit,
Støðan í okkara parti av heiminum broyttist grundleggjandi hin 24. februar 2022.
Talan er helst um størsta mannskapta sorgarleikin í okkara heimsparti síðan seinna veraldarbardaga. Russland hevur gjørt innrás í eitt grannaland og er í einum harðrendum álopskríggi í Ukraina.
Túsundtals sivilir ukrainar hava latið lív. Túsundtals hava mist ein av sínum kæru. Milliónir av fólki eru flýdd frá sínum kæru, sínum heimi og heimlandi. Hópin av familjum hava mist sítt tilverugrundarlag.
Føroya landsstýri fordømir kríggið í Ukraina uppá tað harðasta.
Løgtingið hevur samtykt revsitiltøkini hjá ES. Vit taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina, og vit hava latið størstu einstøku neyðhjálp í Føroya søgu til Ukraina.
Og um stutta tíð skulu vit taka støðu til fiskivinnusamstarvið við Russland.
Tað fellir mær fyri brósti, tá vit hoyra grundgevingar fyri framhaldandi samstarvi við Russland, sum einans snúgva seg um fiskivinnupolitikk og búskap.
Okkara samstarv við Russland er samstarv við eitt land, sum hvønn dag, í 450 dagar, hevur framt krígsbrotsverk í Ukraina. Og tess forseti er alment skuldsettur fyri krígsbrotsverk av altjóða krígsdómstólinum.
Samstarvið við Russland snýr seg um fiskivinnu. Um arbeiðsmarknað. Um fíggjarlig viðurskifti. Um støðuna hjá reiðaríum, manningum, virkjum og arbeiðsfólki. Tað snýr seg um tær inntøkur, sum Barensthavið gevur, mótvegis teimum inntøkum, sum liggja í tí fiski, vit í dag lata russar fiska inni hjá okkum.
Men tað snýr seg sanniliga eisini um uttanríkispolitikk. Og um verju- og trygdarpolitikk. Og ikki minst um, hvørji vit í Føroyum vilja vera. Ja, grundleggjandi snýr tað seg um, hvørji virðir vit sum fólk, land og tjóð hava og vilja vera kend fyri.
Vit mugu hyggja at øllum, tá vit umrøða og taka støðu til hetta stóra mál. Orðini hjá Putin mugu takast við. Hansara fráboðaðu mál mugu takast við. Hansara dubbing má takast við. Hansara framferð má takast við. Kríggið í Ukraina má takast við. Og vit koma heldur ikki uttan um nýggju russisku dorktinina, sum greitt sigur, at sivil skip kunnu gerast partur av hernaðarligu tilbúgving Russlands. Altso eisini tey skip, sum liggja í føroyskum havnum.
Vit koma heldur ikki uttan um, at uttan mun til, hvat vit gera, so kann tað fáa avleiðingar fyri okkara vinnulív. Tí tað er ikki bara Russland, vit samstarva við og selja til. Vit hava eisini sera sterk vinnulig sambond við til dømis ES, Bretland og USA. Og hesi sambond ynskja vit at styrkja.
Tað var Javnaðarflokkurin við Atla Dam á odda, sum í 1977 slóðaði fyri fiskivinnuavtaluni við Sovjettsamveldið. Hon hevur verið eitt av okkara vinnupolitisku hjartabørnum líka síðani.
Men nú standa vit á eini kjørbreyt.
Her er eingin einføld avgerð; her er eingin løtt avgerð. Og her er eingin avgerð, sum øll verða nøgd við.
Viðhvørt ber snøgt sagt ikki til at gera øllum til vildar. Men eg kann lova, at Javnaðarflokkurin viðgerð hetta stórmál við tí álvarsemi, sum krevst.
Um eina viku fer Landsstýrið í Uttanlandsnevndina við málinum og eg eri sannførdur um, at vit koma at taka røttu avgerðina.
**
Góðu tit,
Hvørji vilja vit vera?
Hesin spurningurin hevur seinastu mánaðirnar troðkað seg meira og meira uppá hjá mær. Eru okkara avgerðir ikki kjølfestar í og samsvarandi við tey grundleggjandi virði og ta hugsjón, vit byggja okkara samfelag á, so kann tað vera óheppið fyri okkara sjálvsfatan.
Tað hevur týdning at hava eina sterka sjálvsfatan. Sum einstaklingar – og sum tjóð – at kenna síni virði. At kenna seg sjálvan.
Vit vita, hvørji vit eru. Gjøgnum okkara mentan og list síggja vit okkum sjálvi endurspeglað – tí hevur tað eisini stóran týdning at hava eitt sterkt og ríkt mentanarlív – og eitt frælst mentanarlív. Listin skal stuðlast – ikki stýrast, halda vit í Javnaðarflokkinum, og eg haldi, at vit kunnu fegnast um, at vit nú aftur hava eina stjórn, sum virðir og altíð fer at virða armslongdarmeginregluna. Og sum skilir alstóra týdningin av, at mentanin og listin verður raðfest.
Hava vit eitt ríkt lista- og mentanarlív, hava vit okkurt at venda okkum til, tá spurningurin um, hvørji vit eru og vilja vera, troðkar seg á. Tá hava vit okkurt at styðja okkum til. Tá hava vit ein sterkan føroyskan samleika.
**
Men tá vit tosa um sjálvsfatan og tað, at kenna okkum aftur, mugu vit eisini taka hædd fyri, at vit eru ymisk – hóast vit eru eitt lítið land, eru vit fjøltáttað.
Stórur munur er á gerandisdegnum hjá einum bónda á Sandi og einum, sum arbeiðir á kontóri í Havn. Ofta hevur gjógvin millum útjaðaran og miðstaðarøkið hug at bara at vaksa, og tað sæst øgiliga væl aftur í kjakinum í samfelagnum. Eg haldi, tað snýr seg um at royna at skilja hvønn annan, og virða hvønn annan.
Tosa vit ósemjurnar upp, ella møta vit hvørjum øðrum við virðing? Minnast vit til, at vit øll eru tengd hvør at øðrum?
Sjálvur eri eg uppvaksin í Klaksvík. Sum smádrongur rippaði eg húkar, egndi nakrar stampar, spældi í fjøruni, og tey flestu, sum standa mær nær í Klaksvík, bæði tá og nú, hava eina inntøku, sum er knýtt at fiskivinnuni. Seinastu árini hava familjan og eg búleikast í miðstaðarøkinum. Eg kenni báðar verðirnar, og veit, at annað hevur ikki størri týdning enn hitt. At munurin millum okkum í veruleikanum ikki er so stórur, men at vit ofta hava lyndi til at tosa gjáirnar størri í okkara samfelag.
Eisini í hesum samanhanginum kunnu vit hugsa um orðafellið um ketuna, sum eg innleiddi hesa røðuna við; At ketan bara styrknar við at vit taka okkum eins væl av hvørjum einstøkum liði í ketuni.
At vit vita, at hvør liður hevur eins stórt virði.
Vit hava tørv á at halda lív í lívinum og virkseminum á bygd. Vit hava tørv á at halda okkara mentanararvi – tað, sum ger okkum til føroyingar – á livi. Júst sum vit hava tørv á einum sterkum miðstaðarøki, ið savnar funktiónir, sum eru umráðandi fyri, at vit ikki bara kunnu kalla okkum eitt samfelag – men eitt framkomið samfelag við góðum heilsu og almannaskipanum, sum virka fyri borgararnar kring alt landið.
Vit hava tørv hvør á øðrum.
Og tí skulu vit tryggja, at rúm er fyri okkum øllum. Soleiðis fáa vit einar Føroyar fyri øll.
Soleiðis smíða vit sterkastu ketuna. Eg ivist ikki í, hvør smíðar sterkastu ketuna. Tað ger Javnaðarflokkurin. Og tí mugu vit standa saman um ein sterkan Javnaðarflokk.
Takk fyri og góðan landsfund øll somul.