Tað er gleðiligt, at fólk í Suðuroynni, sum hava røkt og umlætting fyri neyðini, kunnu síggja fram til at fáa 10 nýggj búpláss í oynni. Fólk í útjaðaranum mugu ikki hava verri atgongd til vælferðartænastur, sigur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
- Tørvurin fyri varandi bústøðum fyri borgarar við avbjóðingum í Suðuroynni hevur verið eyðsýndur í nógv ár, men ikki raðfestur, sigur Súsanna Bertholdsen. Tí fegnast hon um, at fólk í Suðuroynni kunnu væntast at fáa 10 nýggj búpláss í oynni.
- Av tí sama eru borgarar dotnir niður ímillum skipanir og aðrir hava búð á Suðuroyar sjúkrahúsi í mánaðir, tí einki tilboð hevur verið til teirra. Hetta er enn eitt dømi um, at býrt tú í útjaðaranum, ert tú ikki javnsettur við aðrar borgarar í samfelagnum, leggur hon afturat.
Tí spyr hon nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, hvussu gongur við verkætlanini, sum undanfarni landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsøe, setti í gongd í heyst.
- Tá raðfesti mann eitt nýtt heim í Suðuroynni, sum skuldi kunna hýsa 10 borgarum við seinheilaskaða, menningartarni og við autismu umframt, at møguleiki skuldi verða fyri umlætting.
- Tørvurin er átrokandi, og tí sóknist eg eftir kunning frá landsstýriskvinnuni. Býrt tú í útjaðaranum, skalt tú hava somu atgongd til vælferðartænastur sum onnur. At javnseta borgarar í útjaðarum er eitt av mínum hjartamálum, og nakað, eg framhaldandi fari at arbeiða fyri, so leingi, eg eri í politikki, sigur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.