Heðin Mortensen
Lesarabræv23. august 2019
Heðin Mortensen

Visiónsleyst tos um høvuðsstaðin

Havnin er ikki ein stór bygd. Havnin er Føroya høvuðsstaður og umsitingarliga høvuðssætið hjá okkara landsumsiting. Havnin hevur høvuðsstaðarskyldur og lyftir nógvar uppgávur, sum aðrir býir ikki hava.

Løgtingsval 2019

Í fyrra partinum av sendingini úr SALT varð ferð eftir ferð tosað um at flyta almennar stovnar út í útjaðaran. Kropp á kroppi tosaðu fleiri valevni í ramasta álvara um at flyta stovnar úr Havnini. Havi ikki hoyrt makan til ússaligt og visjónsleyst kjak.

Havnin er ikki ein stór bygd. Havnin er Føroya høvuðsstaður og umsitingarliga høvuðssætið hjá okkara landsumsiting. Havnin hevur høvuðsstaðarskyldur og lyftir nógvar uppgávur, sum aðrir býir ikki hava.

At ein lutfalsliga størri partur av lønini í vinnugreinini “almenn fyrisiting” verður útgoldin í Havn, er ikki nakar størri fyrimunur fyri Havnina, tí tað fylgja tungar skyldur við. Veruleikin er eisini, at triðjahvør króna, sum verður forvunnin í Havn, verður skattað aðrastaðni. Ein triðingur av skattakrónunum rennir beinleiðis úr býnum. Kom so og tosa um útjavning!

 

Vitan og mentan avgerandi

Fiskurin er altso ikki tað einasta, sum skapar virði í samfelagnum. Eg havi sagt óteljandi ferðir, at Havnin fær lítlan lut í hesi “fólksins ogn”, tí tað er blivið ein náttúrulóg, at “útjaðarin” í høvuðsheitum eigur og umsitur hetta ríkidømið.

Samfelagsbúskaparliga hevur privati sektorin ikki nøkur heilt serlig virðisøkjandi evni. Vit selja øll okkara tænastu, gjalda skatt til landið og eru tí øll við til at hækka okkara vælferð og bruttotjóðarúrtøku. Tað má tí altíð vera ein fyrimunur, at lata høvuðsstaðin vaksa og samstundis byggja infrastrukturin út, tí gongur tað væl hjá høvuðsstaðnum, merkir tað ongantíð, at onnur øki í landinum fáa tað minni gott – tvørturímóti.

Fyrr vóru tað nærum bara vinnukarmar sum vóru avgerandi fyri, hvar fólk valdu at seta búgv. Í dag er tað í stóran mun vitanarvinna og mentan. Vælútbúni ungdómurin í útlegd treytar sær at búgva í høvuðsstaðnum, tá ið hann kemur heimaftur. Tí verður arbeitt hart í høvuðsstaðnum fyri at fáa fleiri útbúgvingartilboð og lagaligari og fjølbroyttari búsetingarmøguleikar. Vit hava brúk fyri fólki við góðum útbúgvingum í arbeiðnum at flyta landið fram til at gerast eitt vitanarsamfelag.

Vit brúka nógvar pengar og stóra orku til at gera Tórshavn til tann góða og savnandi høvuðsstaðin við støðugt sterkari atdráttarmegi. Vit vóna, at fólk við útbúgving, ambitiónum og framtíðardreymum skulu trívast og velja okkum fram um útlendskar býir.

 

Fólkavøkstur er lykilin

Tað hevði verið ein stórur fyrimunur, um valevnini skiltu rætta samanhangin. Skal alt okkara tilfeingi verða roknað sum fólksins ogn, so mugu vit eisini hugsa solidariskt og innrokna í eina útjavningarskipan, at summi øki hava nógv størri inntøku av alment útlutaðum rættindum enn onnur. So má øll fólksins ogn eisini lutast javnt millum allar føroyingar.

Eg havi einki ímóti útjavning sum prinsippi. Men tíverri liggur kjakið framvegis á einum støði, har bara verður hugt at teimum fáu økjunum, har høvuðsstaðurin lutfalsliga fær nakrar fleiri skattakrónur inn enn onnur. Búskaparliga framgongdin í Føroyum er treytað av fólkavøkstri. Og vit fáa bara fólkavøkstur við einum sterkum høvuðsstaði, tí stóri fólkavøksturin er her.

Veruleikin, sum vit mugu fyrihalda okkum til, er at høvuðsstaðurin er í einum rúkandi vøkstri. Útisetar, útlendingar og onnur velja høvuðsstaðin. Vit telja nú meira enn 42% av landsins íbúgvum. Mítt ynski skal tí vera, at vit standa saman um at menna høvuðsstaðin. Tí einki er at ivast í, at trivnaðurin í høvuðsstaðnum á nógvum økjum verður fullkomiliga avgerandi fyri framtíðar menningina í øllum landinum.

Skiltu valevnini tað, so sluppu vit undan tílíkum visjónsleysum kjaki í almenna kringvarpinum, sum vit vóru vitni til mikukvøldið. Søguliga stendur rimmarfast, at tá ið tað gongst væl í høvuðsstaðnum, so gongur væl í Føroyum.

 

Heðin Mortensen

valevni fyri Javnaðarflokkin