Sum einasta seinastu roynd at fáa partarnar at koma aftur til borðið og finna hasa 1,5 milliónirnar sum skilir partarnar, fari eg at biða um at fáa málið aftur í vinnunevndina.
Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt ídnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at tyrva grótið” stendur at lesa í málinum. Eisini stendur at lesa, at á borgarafundinum á Velbastað 20. mars 2019 var ein stórur meiriluti fyri at gera ídnaðarøki. Náttúrufriðingarnevndin og Umhvørvisstovan hava eisini sagt gott fyri ídnaðarøkinum.
Í býráðnum hava 3 nevndir einmælt tikið undir við, at kommunan skal rinda 28 milliónir fyri ídnaðarøkið, tó við teirri treyt, at Tunnilsfelagið skal planera stykkið. Eitt arbeiði, ið kostar hasar 1,5 - 2 milliónirnar er altso tað, sum skilir partarnar.
Ein lítil krúlla, so er málið loyst, fáa vit í andstøðuni at vita.
Tað næsta vit so hoyra er, at nú skal grótið tyrvast uppi yvir Velbastað ??
Vit í minnilutanum royndu at hála í neyðbremsuna á býráðsfundi 20.juni 2019 við at krevja málið aftur í nevnd. Meirilutin atkvøddi tó ímóti.
Sum ta allar seinastu royndina at finna eina loysn, royndi Landsstýrismaðurin í samferðslumálum Heðin Mortensen at kalla Eystur- og Sandoyartunlar og Tórshavnar kommunu til fundar 6. august. Borgarstjórin gav tó avboð.
Tað, sum gruggar málið er, at ístaðin fyri eitt ídnaðarøkið við stórum vakstrarmøguleikum fyri aling á landi, havferðavinnu, orku á havi o.a. í framtíðini, og sum “øll” eru samd um, hevur samgongan í Tórshavnar Kommunu nú gjørt av, at bara eitt festi skal fáa fíggjarligan ágóða av teirri ovurhonds stóru nøgd av gróti, sum fer at koma úr Sandoyartunnlinum.
Bóndin fær nevnliga 80.000kr fyri mist bit í minst tvey ár og 1,65 milliónir á festikontoina umvegis Búnaðarstovuna. Eisini hevur Búnaðarstovan sett óvanliga høg krøv til tyrvingina, har grót og mold skal blandast, soleiðis at lendið skal latast aftur sum klassa A sláttijørð, eisini hóast partar av lendinum ikki vóru háttað soleiðis áðrenn. Hettar kostar Tunnilsfelagnum 5 milliónir eyka.
Sostatt fær eitt festi á Velbastað ein fíggjarligan ágóða í reiðum peningi og í virði á fleiri milliónir.
Hvussu kann eitt mál taka so krappa og skilaleysa vend, frá at vera ein skilagóð langtíðaríløga øllum borgarum at gagni til einans at koma einum borgara til gagns? Hví setur Búnaðarstovan serliga høg krøv í hesum førinum?
Er gegnið í lagi?
Í innlitið frá Samferðslumálaráðnum verður spurnartekin sett við gegnið. Búnaðarstovan og festibóndin eru í tætta familju umvegis høgtstandandi politikara í býráðnum, sum eisini er forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini. Sostatt er festarin svágur stjóran í Búnaðarstovuni. At tað eru so tøtt sambond í skilaleysum avgerðum, fær meg at ressast við, tí málið á ongan hátt verður loyst við skili.
Sigast skal, at konan/systurin hevur ikki luttikið á fundum, har málið hevur verið frammi, men fakta er, at ein breið semja um eitt virðismikið ídnaðarøki onkursvegna, varð broytt til eina avgerð, sum einans kemur heilt fáum til góðar, og tað er tað, vit í andstøðuni og nógv við okkum standa spyrjandi um!
35.000 m2 av vinnuøki í Gomlurætt gleppur okkum av hendi
Vinnan og vit borgarar kundu fingið í minsta lagið 35.000m2 av íðnaðar- og vinnustykkjum, sum liggja til streymasjógv við óendaligum nógvum inntøkumøguleikum í framtíðini, og sum her og nú, loysa ein stóran tørv - tí vinnan skríggjar eftir vinnustykkjum.
Eisini Landsverk hevur ligið framvið at fáa grótið, ið hevur eitt virði á einar 70 mió. kr. í eina grótgoymslu at byggja vegir o.líkn. við. Tað hevur eisini verið nevnt, at nógv umrødda bakkaverjan í Kirkjubø kundi verið ein møguleiki at gagnnýtt grótið til eina win-win støðu.
Búnaðarstovan hevur í miðlunum sagt, at grótið fer ikki til spillis, tí góð slátturjørð fæst burturúr til einar 15-20 mjólkikýr. Tað kunnu ikki verða vakstarmøguleikarnir í sjálvari slátturjørðini, ið liggja til grund fyri avgerðini, tí dyrkilendi reint fíggjarliga genererar negativan pening, tí landbúnaðurin verður stuðlaður. Orsøkin má liggja aðrastaðni?
Henda ætlanin má steðgast
Royni nú enn einaferð at tala at, at Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn í Tórshavnar Kommunu taka tílíkar avgerðir, sum so týðiliga hvørki eru fíggjarliga skilagóðar, umhvørvisliga góðar og bert dryppa egnan veg, og sum beinleiðis beina fyri møguleikanum at fáa grót til sjáldsamt havídnaðarøki, sum annars hevði kostað kommununi fleiri 100 tals millónir at farið undir sjálv.
Hví restin av meirilutanum tekur undir við hesi skilaleysu avgerð, standi eg enn meira spyrjandi yvir. Hvat munna Annika, Bogi og hini fáa burturúr?
Politikkur má snúgva seg um meira enn at raka til sín sjálvs.
Her hava vit borgarar, vinnan og okkara eftirkomarar so dyggiliga mist á stokkinum.
Sum einasta seinastu roynd at fáa partarnar at koma aftur til borðið og finna hasa 1,5 milliónirnar sum skilir partarnar, fari eg at biða um at fáa málið aftur í vinnunevndina.
Bjørg Dam
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu og limur í vinnunevndini.
https://kvf.fo/greinar/2018/03/22/radarin-tunnilsgrot-og-pensjonsnyskipan
http://kvf.fo/greinar/2019/08/12/grot-ur-undirsjovartunli-verdur-til-bo
https://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/skandala-at-tunnilsgroti-endar-i-haganum.html
https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-als-ikki-at-lata-grotid-fara-fyri-skeyti/
https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/12/20/20181220grotidaglyvursnestilflogvoll
https://kvf.fo/greinar/2019/05/22/einki-vinnuoki-gomlu-raett-kortin