Bjørg Dam
Lesarabræv19. august 2019
Bjørg Dam

Serflokkar: Tíverri ikki pláss fyri tær!

- Tíverri eru tað nøkur við avbjóðingum ella serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð.

Løgtingsval 2019

Í dag fara tey flestu skúlabørnini aftur í skúla. Tey flestu eru spent, vónrík og glað. Men ikki øll.

 

- Tíverri eru tað nøkur við avbjóðingum ella serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð. 

 

Tosaði við eina mammu, sum við grátandi rødd fortaldi um sonin, sum skal skifta skúla, tí skúlin hann gekk í einans gongur upp í 7.flokk.  Av tí at sonurin hevur ADHD og autismu er serflokkatilboðið í Hoyvíkarskúla sum stoypt til hansara. Foreldrini hava eisini brennandi ynski um, at sonurin skal ganga í einum vanligum fólkaskúla við serfokkatilboði, sum gevur honum møguleika at ganga lutvíst í einum vanligum “heima” flokki og í einum serflokki.

 

- Men av tí at tað er fult í Hoyvík, og einki annað serflokkatilboð er í Havnini, so ber ikki til hjá soninum at ganga í einum vanligum fólkaskúla. Hetta hava foreldrini sera stóra sorg um.

 

Afturat tilboðnum í Havn eru serflokkar í Vági, Klaksvík, Sørvági og Runavík. Men hetta er alt ov lítið!

 

Í 2015 mælti ein arbeiðsbólkur til fleiri serflokkar. Skúlaárið 2013/2014 gingu 6.898 næmingar í føroyska fólkaskúlanum, men einans 1,5% av øllum næmingunum gingu í serflokki, 0,72% í serskúlanum (Guli skúli), og 2,23% samlað uttan fyri almennu skúlaskipanina. 

Arbeiðsbólkurin segði tá, at “Hetta tal má sigast at vera ógvuliga lágt, um vit sammeta okkum við okkara grannalond”. Kelda: Skúlablaðið 19.02.2015. 

 

Sum tað er nú, so eru tað bert nøkur heppin, sum fáa tilboð um serflokk. Aðalmálið hjá Javnaðarflokkinum er, at øll børn fáa somu møguleikar. Tað fáa tey ikki nú. Hetta má og skal broytast skjótast til ber!

 

Um hugsað verður um, at umleið 10% av børnunum hava ADHD, ADD, autismu ella annan serligan tørv, so er eisini statistiskt grundarlag fyri nógv fleiri serflokkum - helst í øllum skúlum við umleið 200 næmingum ella fleiri. 

 

Um so var, so høvdu øll børn fingið sama góða møguleikan at farið glað, spent og nøgd í skúla í dag. 

 

Um álit verður sýnt mær á løgtingsvalinum 31.august, verður eitt av mínum høvuðsmálum, at allir skúlar við 200 ella fleiri næmingum skula fáa serskúlastovur.

 

Øll børn hava rætt til góð skúlaár!

 

Bjørg Dam 

Valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið.