Nú ávís valevni hjá Fólkaflokkinum hava skotið eftir Javnaðarflokkinum, er hóskandi at svara aftur.
Í valupplegginum lova teir skerjingar í inntøkunum, sum onkur sigur kostar landskassanum 700 milliónir, meðan annar sigur eina milliard. Sjálvir vita teir ikki, tí teir hava ongin tøl.
Her nýtist einki rokniark, um ein skal skilja, at hetta er vitleyst. Ein kann spyrja, hvør skal betala? Skulu hundraðtals fólk í almennum starvi rekast frá, ella skulu ongar íløgur gerast kring landið? Hetta vilja okur í Javnaðarflokkinum ikki ganga við til.
Okur vilja, at alt landið skal við í samferðslu- og arbeiðsmøguleikum, men tað er greitt, at hetta kostar, og ta uppgávuna mugu okur lyfta saman.
Av hesum orsøkum veit veljarin uttan iva, at tað ikki letur seg gera at byggja eitt samfelag við javnari treytum, um ein skerur knappa milliard av fíggjarlógini.
Henrik Old