Eyðgunn Samuelsen
Lesarabræv20. august 2019
Eyðgunn Samuelsen

Framhaldandi menning av Klaksvík og Norðoyggjum

Norðoyggjar eru serstakar. Tað síggja vit hvørt ár á Summarfestivalinum og Sjómannadøgunum, ið júst eru farnir afturum. Tað er onki at ivast í, at her er ”menning og nørandi gróður” sum Bernhard Brim, sáli, yrkti.

Løgtingsval 2019

Norðoyggjar eru serstakar. Tað síggja vit hvørt ár á Summarfestivalinum og Sjómannadøgunum, ið júst eru farnir afturum. Tað er onki at ivast í, at her er ”menning og nørandi gróður” sum Bernhard Brim, sáli, yrkti. Havi verið so heppin at tænt Klaksvíkini og økinum her í 16 ár í Klaksvíkar býráð og seinastu 10 árini og vóni at fáa møguleikan enn einaferð. Eg havi altíð verið errin av at verða partur av drívmegini og virkisfýsni, ið er millum fólkið her norði. Eg síggi framvegis, at tað eru stórir møguleikar at menna Klaksvík og allar Norðoyggjar komandi tíðina. Her eru nøkur boð.

Tunnlar Norð um Fjall
Nú haldi eg, at vit skulu steðga við at tosa um, hvør hevur gjørt hvat og ikki. Tí fyri mær er ongin ivi: tunlarnir Norð um Fjall fara í gongd innan fyri eitt ár, so skjótt sum Hvalbiartunnilin er borðaður ígjøgnum. Hetta fari eg sjálvsagt eisini at virka fyri, tí økið eystan Múla eigur og skal bindast tættari saman við Klaksvíkini við einari nýmótans farleið. Bæði fyri trygdina, men ikki minst tí har liggja stórir menningarmøguleikar við einum nýmótans sambandi. Okkara lyfti er, at vit standa fast við semjuna um at byrja at borða beinanveg eftir, at Hvalba er borað ígjøgnum, uttan mun til hvønn flokk vit koma í samgongu við.

Útoyggjar – Svínoy
Tað er at fegnast um, at verkætlanin at ala rognkelsi í Svínoy er um at gerast veruleiki. Tó eru viðurskiftini við avgreiðsluni hjá Strandferðsluni ikki avgreidd enn. Hetta má koma í rættlag beinanveg.

Viðareiði
Eldraøki og almannaøki skulu samstarva um at veita borgarnum eina góða tænastu. Havi samskift við borgarstjóran á Viðareiði í samband við, at tey hugsa um at byggja til eldraøki har norði. Tað er upplagt at vit fara saman og byggja eitt nú nakrar íbúðir, so borgarir undir 67 ár við eitt nú seinheilaskaða kunnu búgva og fáa tænastu í nærumhvørvinum.

Klaksvíkar Sjúkrahús
Tað er alneyðugt at góða gongdin á Klaksvíkar sjúkrahúsið heldur fram. Fyrsta treytin er, at játtan fylgir við, tá ið nýggjar uppgávur verða lagdar til KS at røkja.

Endurvenjingarmiðstøðin skal byggjast. Eftir mínum tykki eiga vit tó at kanna, um loysnin við Gula húsið veruliga er besta loysnin. Eitt sum er alneyðugt, um endurvenjingin skal eydnast er, at bústaðarmøguleikar verða knýttar at miðstøðini. Talan er í stóran mun um ung fólk við familju, og sum ofta verða knýtt at miðstøðini í mánaðir og ár. Vit kunnu ikki bjóða hesum fólki og teirra familjum, at viðkomandi skal sita einsamallur inni á eini sjúkrastovu tað tíðina tey ikki eru til venjing. Tað er ómenniskjasligt, umframt at tað forðar øðrum virksemi á KS.

Tí vil eg virka fyri, at loysnin, ið verður framd fevnir um bæði endurvenjing og bústaðarmøguleikar, har familjan kann vera saman.

Leigubústaðir – eisini til serligan tørv
Í bústaðarpakkanum var ætlanin at framskunda bygging av 200 íbúðum, her var ætlanin at eini 36 vanligar leiguíbúðir skuldu byggjast í Klaksvík. Tørvur er eisini á tí, ið vit nevna búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi. Eg havi avgjørt, at ein tílíkur stovnur við eini 12 íbúðum skal byggjast í Klaksvík. Hesar ætlanir kunnu fara í gongd so skjótt sum Bústaðir hava fingið neyðugu lániheimildina. Hana fer Javnaðarflokkurin at fáa uppá pláss beinanvegin í komandi tingsetu.

Húsarhaldsskúlin
Landsstýrið hevur góðkennt, at Húsarhaldsskúlin skal byggjast og hartil hoyrandi lestraríbúðir. Hetta ynski eg at vera við til at tryggjað verður framt beinanvegin.

Tekniski skúli og vaksnamannalæra
Samgongan hevur játtað góðar 6 mió.kr. til útgerð til Tekniska skúla. Tað er neyðugt at játta meira fyri at dagføra arbeiðsumstøðurnar bæði á timbur og maskindeildini, m.a útluftingsskipanina.

Nú ætlan er gjørd um veruliga at fara undir vaksnamannalæru, so er onki meira natúrligt, enn at TSK hevur ein virknan leiklut í at fremja vaksnamannlæru, eins og útbúgvingin til byggismið eigur at setast á stovn.

Øllum hesum menningarmøguleikum vil eg arbeiða fyri, vísa tit mær álit at umboða tykkum.

Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin