Sjúrður Skaale
Lesarabræv22. august 2019
Sjúrður Skaale

FÓLKATINGSINS UMSITING: SJÚRÐUR HEVUR EINKI SKEIVT GJØRT

Her er eitt bræv, sum eg júst havi sent VP og KVF. Gangi út frá, at hesir miðlar eisini fara at fortelja hesa síðuna av sakini, har eg bleiv lagdur undir illgruna fyri at hava brúkt pengar í heimildarloysi. Og hvør veit - kanska Fólkaflokkurin, sum hevur verið raskur at brúka hetta politiskt, eisini gongur í seg sjálvan

Løgtingsval 2019

Góðu tit á VP og í Kringvarpinum.

Tit hava verið ófør at fortelja fólki um eitt mál, har eg havi verið lagdur undir at hava nýtt pening í heimildarloysi á Fólkatingi.

VP hevur enntá - sum fjølmiðil! - sent klagu inn um meg. Síðani er hetta mál brúkt politiskt av mótstøðufólki.

Eg havi alla tíðina vitað, at eg einki galið hevði gjørt. Men ein slíka klaga verður tikin í størsta álvara, og tí er málið viðgjørt væl og virðiliga. Tað tekur drúgva tíð. Eg havi kortini í eina tíð vita, at málið hevur verið liðugt viðgjørt, og at niðurstøðan varð tann, sum eg helt hon fór at verða.

Kortini havi eg einki formligt svar havi fingið frá formansskapinum, nú sakin hevur "rullað" í umleið fimm mánaðir. Og tað hevur givið politiskum mótstøðufólki møguleika at halda fram at brúka málið politiskt.

Tú skrivaði eg 17. leygardagin til umsitingina, og spurdi um tey kundu senda mær sína niðurstøðu.

Í dag fekk eg niðanfyristandandi svar.

Eg sendi tykkum hetta, tí eg gangi út frá, at tit, sum í greinum og innsløgum hava kent tað sum tykkara journalistisku skyldu at varpa ljós á, at eg kanska hevði brotið reglurnar, eisini hava áhuga í at fortelja, at Fólkatingsins umsiting ongan feil hevur funnið, og mælir formansskapi Fólkatingsins til ikki at gera meira við málið.

vinaliga,

Sjúrður Skaale, Fólkatingsmaður