Orðaskiftið um rættin til at ganga í okkara vøkru náttúru gongur heitt. Fólk eru ótolin og stúrin. Bæði tey, sum eiga ella umsita jørð, og tey, sum hava stóra gleði av at ganga í haganum. Og vaksandi talið á ferðafólki ger sítt til, at tað hevur skund at fáa greiðar og tíðarhóskandi reglur fyri økið. Hetta er ein uppgáva fyri landsmyndugleikarnar, sjálvsagt í samstarvi við allar viðkomandi partar.
Atgongd til náttúruna skulu vit hava, og sjálv gangi eg inn fyri hvørsmansrætti við teimum rættindum og teimum skyldum, sum fylgja við. Hesar skyldur eru fleiri: at raðfesta umhvørvis- og náttúruvernd, at eyðmerkja greitt, júst hvar vit trygt kunnu ganga uttan at skaða djóralív, plantulív og náttúruna yvirhøvur, og uttan at vera til ampa fyri virksemið, sum bóndur hava í økinum.
Ótálmað gongd um allan hagan er heldur ikki ein haldgóð støða. Vandin fyri at ganga seg í óføri, sum eisini kann krevja kostnaðarmikla bjarging, skal avmarkast mest møguligt. Og fyri sárbær øki skal tað vera gjørligt at seta forboð fyri vitjanum, um hetta er neyðugt fyri júst hesi økini, bæði í styttri og longri tíðarskeið. Tí okkara land er avmarkað í fermetrum, hóast stórt í bæði vakurleika og ríkidømi, og avleiðingarnar av ov nógvum ferðafólkum kunnu verða sera álvarsligar. Tí skulu vit eisini tora at taka støðu til, nær nóg mikið er nóg mikið.
Eigarar og festarar av hagum kring landið áseta nú tilvildarligar upphæddir fyri atgongd til hagarnar. Hendan støðan er als ikki haldgóð, og tað hevur skund at gera greiðar og gjøgnumskygdar reglur fyri, hvussu eitt slíkt gjald skal ásetast og umsitast. Reglurnar skulu vera eins um alt landið. Í staðin fyri einsæris og óskipaða innkrevjing av pengum eiga vit at áseta ferðafólkagjald, sum síðani kann býtast millum tey ymisku økini og brúkast til eitt nú umvæling av sliti, at gera gøtur og greiða skelting og til neyðuga náttúruvernd.
Eisini skulu vit taka støðu til, hvussu nógva jørð og ognir útlendingar skulu hava loyvi at keypa í Føroyum. Ímynda tær at vakna ein dag og ein milliarderur í Kina ella USA hevur keypt heilar bygdir, ella í ringasta føri, alt landið. Hetta skal ikki kunna henda.
Atongdin hjá komandi ættarliðum til teirra føðiland er ikki minni viðkomandi – tí megna vit ikki at handa okkara eftirkomarum landið í góðum standi, ja so kann tað vera líka so vítt sum sítt við øllum vælstandi og virksemi í dag.
Nú skulu vit gera tað, sum gerast skal - bæði fyri okkum, sum búgva her, fyri okkara náttúru og fyri ferðafólkið. Tað skal regna um alt landið – og ikki bara dryppa á dekn. Tí vit skulu øll kunna njóta vøkru náttúruna og merkja ágóðan av eini nýggjari vinnu. Hetta arbeiði hevur bæði týdning og skund, og um fólk kenna seg fremmandagjørd í egnum landi, endar galið við eini vinnu, sum annars eigur at vera ein sólskinssøga.
Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið