Hevur tú fingið eitt barn við serligum tørvi, so verða Føroyar ofta valdar frá, tí hjálpin er betri aðrastaðni.
Okkara vallyfti hjá Javnaðarflokkinum er “Heimsins besta barnaland”. Hettar er sjálvsagt galdandi fyri øll børn.
Eitt av mínum hjartamálum eru serligu børnini, og tí fari eg at arbeiða fyri, at allir skúlar við fleiri enn 200 næmingum skulu hava serflokkatilboð, vit skulu hava fleiri serlærarar og sernámsfrøðingar, betri normeringar og fyrireikingartíð og ikki minst familjuráðgeving og betri viðgerð til børn og vaksin við ADHD.
Størru børnini skulu, sum øll onnur børn, eisini sleppa á eftirskúla og ítróttarskúla og fáa eina miðnámsútbúgving.
Øll skulu hava somu møguleikar út frá egnum fortreytum at ávirka sítt lív, og fáa tað allarbesta lívið hevur at bjóða.
Í dag eru Føroyar ikki barnalandið hjá nøkrum børnum. Tað er skomm fyri ríka land okkara, og tað fari eg, um høvi býðst, at broyta.
Bjørg Dam, valevni Javnaðarfloksins