Standið saman um Heilsuskúlan í Suðuroy!
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn vilja taka grundarlagið undan Heilsuskúlanum í Suðuroy. Tað bleiv enn einaferð staðfest á veljara fundi í Tilhaldinum í Havn tórsdagin 22. aug. Hví standa hesir flokkar saman um at niðurleggja ein so væl røktan útbúgvingarstovn, sum hevur verið ein sólskinssøga seinastu mongu árini?
Eg havi vart Føroya Heilsuskúla í fleiri umførum. Í Løgtinginum, í Kringvarpinum og lesarabrøvum, serliga ímóti Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Framsókn og Tórshavnar kommunu, sum í fleiri umførum hava lagt eftir skúlanum.
Hvar kemur hesin illviljin frá. Latið Heilsuskúlan í Suðuroynni frá frið.
Ein atkvøða til Fólkaflokkin, Sambandsflokkin ella Framsókn er ein atkvøða fyri at niðurleggja Heilsuskúlan í Suðuroy!
Javnaðarflokkurin er einasta trygd fyri, at Føroya Heilsuskúli heldur fram í Suðuroynni, og fyri at uppraðfestingin av skúlanum her verður framd til enn fleiri næmingar.
Eg fari at halda fram við at berja niður álopini á Føroya Heilsuskúla, og eg fari ongantíð at góðtaka, at grundarlagið verður tikið undan Heilsuskúlanum í Suðuroy.
Komið við og verjið Heilsuskúlan í Suðuroy.
Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin