28. apríl 2023

1. mai: Hesi verða tiltøkini

Mánadagin er altjóða arbeiðaradagur. Vit hava savnað saman nøkur tiltøk sum eru kring landið.

 
07.30: JAVNAÐARFLOKKURIN BJÓÐAR MORGUNMAT
Javnaðarflokkurin bjóðar morgunmat í Javnaðarhúsinum mánamorgunin 1. mai. Kaffi og rundstykki verða at fáa frá klokkan 7.30 – 9.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.
13.00: VÁGAVERK, BJØRG DAM OG BISPUR Á VAGLINUM
Vit gleða okkum til áhugaverdar røður frá Hera Reynheim, formanni í Havnar Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, formanni í Føroya Arbeiðara felag, Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD felagnum og Jógvani Fríðrikssyni, Bispi. Vágaverk og hornorkestur spæla.
16.00: OKKARA MAGNA, ØSSUR W. OG MARITA RASMUSSEN Í VESTMANNA
Áhugaverdar røður frá Magnu Elianu Mørkøre, varatingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, Øssur Winthereig, journalisti og Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni. Vestmanna Hornorkestur spælir og eftir fundin á Reyða Torgi bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag drekkamunn í felagshølunum beint við.
16.00: OKKARA SÚSANNA HELDUR RØÐU
Eisini á Tvøroyri verður 1. mai hátíðarhildin klokkan 16.00. Røðararnir verða Súsanna Bertholdsen, Erling Eidesgaard og Ingeborg Vinther. Tvøroyrar Hornorkestur og Eyðun Nolsøe spæla og drekkamunnur verður í Seglloftinum.