24. apríl 2023

Tiltak: Er fiskiveiðuavtalan við Russland góð fyri Føroyar?

Javnaðarflokkurin á fólkatingi skipar fyri tiltaki um fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland

Exit Russland?
- hvat vendir upp og niður í fiskiveiðuavtaluni
 
Týsdagin 2. mai seta vit fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland á breddan. Frágreiðingin “Exit Russland?”, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, verður løgd fram við nýggjum tølum, sum seta stór spurnartekin við, um avtalan búskaparliga er góð fyri Føroyar.
Vit hyggja eisini eftir tí søguliga samstarvinum við Russland, og hvat føroyingar kundu fingið burtur úr tilfeinginum vit lata Russlandi afturfyri toskin í Barentshavinum. 
 
Umboðandi Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin fara Uni Holm Johannesen og Beinir Johannesen at skifta orð um avtaluna, umframt at samrøða verður við Eirik á Húsamørk, stjóra á høvdavirkinum í Leirvík, um vinnu- og menningarmøguleikar í svartkjaftinum.
 
Er fiskiveiðuavtalan við Russland góð fyri Føroyar? Týsdagin 2. mai í Løkshøll kl. 15.15-17.30. Tiltakið er alment og ókeypis. 

Orðstýrari: Rógvi Olavson.
Skrá verður lýst seinni.