Trupulleikin við fartelefonunum er vorðin so stórur, at spurningurin er, um vit ikki eiga at hava eina felags kós, tá tað kemur til fartelefon í skúladegnum, sigur Jóhannis Joensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.
Fartelefonin er eitt fínt amboð at hava, men bundinskapurin at telefonini ger hana til meira enn eitt amboð. Heldur er hon ein trupulleiki í gerandisdegnum og skúladegnum.
Flestu skúlar hava ein telefonpolitikk. Hesir eru ymiskir frá skúla til skúla. Felags er tó, at skúlarnir og lærararnir hava ábyrgdina - saman við næmingunum - av, at telefonpolitikkirnir verða hildnir. Tá hesar telefonreglur javnan verða brotnar, skapar hetta ofta keðiligar støður og eyka arbeiði fyri starvsfólk í skúlunum.
Mann kann seta sær spurningin, um frírúm kann skapast, har telefonin ikki er miðdepilin? Tað er ávíst fleiri ferðir, at skúlin er ov bókligur, og at kreativitetur og rørsla eru manglar í skúlunum. Fartelefonin ger ikki virknið betri.
Fartelefonin er ikki neyðug
Flestu skúlar hava teldur og talgild amboð í skúlanum til nýtslu í skúlaarbeiðinum, og tí er ikki tørvur á fartelefonini í skúlanum. Tí gera fleiri skúlar tað, at telefonin liggur læst í einum skápi í skúlanum frá skúladagsbyrjan til skúladagsenda.
Vit vita, at tað finnast slíkar loysnir, og spurningurin er, um tíðin er komin til, at vit áseta reglur fyri telefonnýtslu í føroysku fólkaskúlunum. Tí vil eg spyrja landsstýrismannin í barna- og undirvísingarmálum, hvat hann heldur um hendan trupulleikan.
Jóhannis Joensen