Javnaðarkvinnan av Eiði, 36 ára gamla Magna Eliana Mørkøre, hevur júst nú tikið sæti á tingi fyri fyrstu ferð.
Magna er sjúkrarøktarfrøðingur og er eisini virkin í skúlaarbiði. Millum annað er hon forkvinna í skúlastýrinum í Eiðis skúla og nevndarlimur í Heim og skúli.
Hon hevur í dag tikið sæti fyri Kim Durhuus, sum er í farloyvi í tíggju dagar.
Javnaðarflokkurin ynskir Magnu hjartaliga vælkomnari á ting.