11. apríl 2025

VIRÐILIG ELLISÁR - VIÐ VIRÐILIGUM LOFTISKIPANUM

Ætlanin er at pensjónsaldurin frá 2035 hækkar við trimum mánaðum um árið, inntil pensjónsaldurin røkkur 70 árum í 2042.

MEN: ØLL ERU IKKI LÍKA – TÍ ØLL ELDAST IKKI LÍKA

Samstundis um, at pensjónsaldurin hækkar, er alneyðugt at taka væl og virðiliga hond um tey, sum ikki megna at arbeiða líka til tey verða 70 ár. Hesin bólkurin fer óivað eisini at hækka, tá ið pensjónsaldurin hækkar. Tí verða tvær ymsar skipanir, sum lofta teimum, sum ikki megna at halda fram á arbeiðsmarknaðinum: Tíðartreytað pensjón og Framskundaða pensjón.

SUMMI eru TROYTT, tí tey hava stríðst, síðan tey vóru blaðung.

SUMMI eru so SLITIN, at heilsan sigur stopp. 

Tí skulu SUMMI sleppa heim at slappa av áðrenn onnur.

Stutt frágreiðing um tær báðar skipanirnar, sum skulu lofta teimum, sum er slitin og troytt: 

Tíðartreytað pensjón 

Til tín, sum hevur arbeitt í samanlagt 50 ár frá tí fylta 16. árinum. Summi hava verið  á  arbeiðsmarknaðinum alt sítt vaksna lív, og hava  sostatt  verið  arbeiðsvirkin longur enn tey flestu. Í uppskotinum um Tíðartreytaða pensjón verður mett, at hesin bólkur skal hava møguleika at fara av arbeiðsmarknaðinum við pensjón, áðrenn onnur.
Ávísar treytir skulu verða loknar fyri at koma í skipanina: 

50 ár

Er ætlað teimum, sum hava verið arbeiðsvirkin ella havt tilknýti til arbeiðsmarknaðin í 50 ár. Skipanin kemur í gildi 1. januar 2035. Umsøkjari skal skjalprógva virkni á arbeiðsmarknaðinum í 50 ár. Hesir upplýsingar eru á Borgaraglugganum hjá TAKS, har allar lønarflytingar eru frá 1984. 

Hvat telur uppí?

Arbeiðsloysisstuðul, sjúkradagpeningur, barsilsveiting og ávísar aðrar veitingar eru javnsett við arbeiðsløn. 

Barnsburður

56 vikur verða lagdar afturat fyri hvørt barnið, eisini fyri ættleiðing.

Mótrokning í inntøku

Til ber at forvinna upp til 20 prosent av eini arbeiðsmannaløn, áðrenn mótrokning á 60 prosent. 

Full ella hálv tíð

Treytin fyri at verða roknað sum arbeiðsvirkin er, at ársinntøkan í minsta lagi hevur svarað til hálva ársløn hjá einum ófaklærdum arbeiðsfólki. 

Lestarár

Lestrarár telja ikki sum arbeiðsvirkin ár, uttan mun til, um viðkomandi hevur havt arbeiðsinntøku aftrat lestrarstuðlinum. 

Sjálvstøðug

Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu eisini fáa tíðartreytaða pensjón, um til ber at skjalprógva, at tey hava verið sjálvstøðug vinnurekandi. 

Upphæddin

Tíðartreytað pensjón svarar til miðal fyritíðarpensjón, sum í 2025 er 12.731 kr. um mánaðin áðrenn skatt. Aftaná gjald til AMEG, Heilsutrygd og Kringvarp er upphæddin 12.275 kr. Upphæddin til gift og samlivandi,tá gjøld eru frádrigin, er 10.732 kr. um mánaðin. Fyritíðarpensjón er sett saman av grundupphædd, viðbót og  avlamisviðbót. Grundupphæddin og avlamisviðbótin eru skattafríar,  meðan viðbótin er skattskyldug.

Uppskotið um Tíðartreytaða pensjón liggur her Mál 

Framskundað pensjón 

Framskundað pensjón er ein góður møguleiki hjá fólki, sum eftir eitt langt arbeiðslív kunnu trekkja seg av arbeiðsmarknaðinum áðrenn tíð, uttan at fara á fyritíðarpensjón. 

Varandi minkaðan arbeiðsførleika

Treytin er, at arbeiðsførleikin er varandi minkaður, so tú ikki megnar at arbeiða meira enn hálva tíð. 

Aldursmark

Skipanin við framskundaðari pensjón kom í gildi í sambandi við pensjónslóggávuna í 2019. Í løtuni ber í fyrsta lagi til at søkja um framskundaða pensjón 3 ár áðrenn pensjónsaldur. Verður uppskotið um 70 ára pensjónsaldur samtykt, verður aldursmarkið sett til 65 ár, ella fimm ár fyri fólkapensjónsaldur. 

Heldur enn fyritíðarpensjón

Ert tú í hesum aldursbólki, skalt tú sostatt heldur søkja um framskundaða pensjón enn fyritíðarpensjón, tí viðgerðin er skjótari, og veitingin er galdandi frá 1. í mánaðinum eftir, at Almannaverkið hevur móttikið umsóknina. 

Upphæddin

Veitingin svarar í minsta lagi til útgjald av miðal fyritíðarpensjón, sum er 13.435 kr. áðrenn skatt hjá støkum persóni og 11.533 kr. áðrenn skatt hjá giftum persóni. Full pensjón er treytað av, at inntøka, umframt pensjón, er í mesta lagi 103.200 kr. um árið. Harumframt kann ein hava rætt til viðbót til ávísar pensjónistar, um ársinntøkan hjá støkum pensjónisti er í mesta lagi 60.000 kr. og giftum/samlivandi pensjónisti í mesta lagi tilsamans 80.000 kr. Upphæddirnar eru í 2025-krónum.

Smidlig og skjót skipan

Politiska ynskið við skipanini við framskundaðari pensjón var at skapa eina skjótari og smidligari skipan enn fyritíðarpensjónin, tí málini vanliga eru einfaldari.

Kommunulæknin váttar, at tú ert slitin og skalt sleppa frá fyrr. 

Søk her

Tú kanst søkja um framskundaða pensjón á heimasíðuni hjá Almannaverkinum undir oyðubløð.