Sum limur í Javnaðarflokkinum ert tú partur av einum sterkum felagsskapi. Tú hevur møguleika fyri at hava stóra ávirkan á førda politikkin, at luttaka til tiltøk bæði í gaman og álvara og ávísar ágóðar so sum bíligari leigu av Javnaðarhúsinum.
Ert tú ikki longu við, so kom við á liðið og gev títt íkast til frælsa, javnrætta og samhaldsfasta samfelagið.
Nýggir og verandi limir kunnu tekna seg til fasta flyting her:
Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag
Stuðulslimur í SU (um tú ert eldri enn 30 ár, men ynskir at stuðla ungmannafelagnum)
Um tú av einari og hvørjari orsøk einans ynskir at verða limur flokkinum, og IKKI í einum av lokalfeløgunum, so ber tað til her.
Býrt tú ikki í einum av økjunum, sum eru nevnd omanfyri, ber til at tekna teg sum lim við at senda eini boð til javnadarflokkurin@logting.fo við navni, bústaði og telefonnummari.
Eru trupulleikar við at tekna teg sum lim, kanst tú royna at skráseta teg og tína fartelefon heimasíðuni: minrokning.fo ÁÐRENN tú teknar teg sum lim. Hetta er nýtt trygdarkrav frá myndugleikunum. Um tað heldur ikki riggar, kanst tú seta teg í samband við Elektron, sum umsitur skipanina.