Ingilín Didriksen Strøm

Landsstýriskvinna í umhvørvismálum

Fødd: 22.08.91

Maki: Teitur Lassen

Børn: Uni Halgir Teitsson

Útbúgving: Bachelor í Føroyskum máli og bókmentum

Hjartamál: Eg ynski at arbeiða fyri, at pláss verður fyri okkum øllum í Føroyum, at okkara virðir verða javnt býtt og kemur okkum øllum til góðar.

Vælferðarsamfelagið skal styrkjast og mennast í heilum, so vit øll hava tak yvir høvdið, so vit eru tryggjað skjóta og góða viðgerð í heilsuverkinum, og við at betra um umstøðurnar hjá teimum, ið arbeiða í fjølbroyttu umsorganarstørvunum. Alt hetta er treytað av samhaldsfesti millum ættarlið.

At okkara børn og teirra eftirkomarar eisini kunnu liva í einum heimi við ríkari náttúru. Tí er umráðandi at seta krøv um náttúru- og umhvørvisvernd, orða eina veðurlagslóg, samtykkja og arbeiða víðari við margfeldislógini. Hetta umframt, at vit taka atlit til umhvørvi og náttúru í øllum avgerðum, ið verða tiknar. 

Míni lesarabrøv
Fá samband við meg
Norðuri á Trøð 16 - 176 Velbastaður
ingilinds@umhvorvi.fo
+298 259212
/ingilinds
ONNUR UMBOÐ